7. mars 2022

Hvat mælir Landsverk til at gera við Elduvíkarvegin?

Bill hevur sett Una skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin hevur sett Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini um Elduvíkarvegin.

 

Spurningar:

1.Hvat kostar tað landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir ógvusliga skriðulopið nýliga?

2.Hvat kostar tað landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar?

3.Hvat mælir Landsverk til at gera við Elduvíkarvegin?

4.Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Elduvíkarvegnum?

Viðmerkingar:

Eftir ógvusliga skriðulopið við Elduvíkarvegin leygardagin 26. februar er tímin komin at viðgera Elduvíkarvegin í politisku skipanini. Nú vegurin til Funningsfjarðar verður breiðkaður og dagførdur, verður Elduvíkarvegurin natúrliganæsti fløskuhálsur í hesum øki. Tað hevur leingi verið umrøtt, nær peningur kann verða settur av at dagføra og tryggja farleiðina. 7,65 kilometra langi vegurin er einsporaður og liggur í støðum í brøttum lendi. Tí kann tað tykjast sum ein stórur fíggjarligur biti at fara undir eina fullfíggjaða dagføring við teimum krøvum, sum sett verða ídag. Hinvegin er vegurin einsporaður og tí bíligari samanborin við tvísporaðan veg.

Skriðulopið minnir okkum á týdningin av tryggum farleiðum. Tí er átrokandi at taka politiska støðu til hesa farleið, sum leiðir okkum til eina ta vakrastu náttúruperlu í landinum. Eina perlu, sum ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri,og sum tí leggur eyka trýst á, at farleiðin verður dagførd og tryggjað.

Á Løgtingi,

4.mars 2022

Bill Justinussen

 

mynd: kvf.fo

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.