24. februar 2022

Politiskt kjak á Glasir

Umboð fyri politisku ungmannafeløgini luttóku á lívligum og spennandi kjaki á Glasir.

Aksel K. Berg umboðaði Miðflokkin, tá ið næmingaráðið á Glasir skipaði fyri politiskum kjaki millum ungmannafeløgini. 

 ksel K. Berg og Steffan Klein Poulsen vóru á Glasir og hittu næmingar og prátaðu politikk. Aksel var tann, sum luttók í kjakinum. Eftirhondini er tað ikki so serligt meira - men nógv flestu spurningar frá áhoyrarunum, vórðu stílaðir til Miðflokkin.  Og tá sást aftur í veljarakanningini á staðnum. Tí sum siður ofta er á slíkum tiltøkum, var atkvøtt áðrenn kjakið og so eisini eftir kjakið. Miðflokkurin fekk 4% áðrenn kjakið, og tá ið kjakið var liðugt, vísti tað seg at Miðflokkurin fór 1% fram. 

Niðanfyri eru valúrslitini frá kjakfundinum. 

Tilfari er frá Glasir.fo

 

 

 

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.