2. februar 2022

Politiskur valfundur á Kambsdali

Steffan Klein Poulsen førdi fram Miðflokka politik fyri ungdómi.

Í dag var politiskur kjakfundur í Miðnámsskúlanum á Kambsdali, sum næmingaráðið har skipaði fyri. Ítróttarhøllin var karmur fyri vælupplagdum ungdómspolitikarum umboðandi allar flokkar - uttan Sambandi.

Kjakast var um fosturtøku, LGBT, loysing/samband, umhvørvið og javnstøðu í landsstýrinum. 

Steffan Klein Poulsen umboðaði Miðflokkin, og førdi fram sjónarmiðini hjá flokkinum á ein sakliga og sannførandi hátt.

Eftir kjakið og spurningar úr fjøldini var høvi hjá næmingum at hitta politikarnar, og her nýttu fleiri næmingar høvi at heilsa uppá Steffan og sigast má, at stórur áhugi er fyri Miðflokkinum.

 

 

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.