21. desember 2021

Tíðindaskriv frá UfM

Ung fyri Miðflokkin ynskja at endurskoða samgongusamstarvið

Ung fyri Miðflokkin ynskja at endurskoða samgongusamstarvið

Ung fyri Miðflokkin vilja við hesum skrivið gera til sjóndar, at vit eru sera vónbrotin av, at málið um sammóðurskap var samtykt í Løgtinginum í dag. Serliga eru vit vónbrotin um, at fleiri tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum vísa illoyalitet og venda bakið til avtalurnar hjá samgonguni. Veljarin verður enn einaferð mintur á, at hann bert kann hava álit á Miðflokkin, tá tað kemur til at verja kristin virðismál.

Løgmaður hevur frá byrjan meldað greitt út, at hann ikki vildi góðtaka, at mál vóru samtykt rundan um samgonguna. Hann hevur tó sjálvur ofta róð í egna sjógv, tá tað kemur til handfaringina av korona. Løgmaður boðaði í dag sínum tingbólki frá, at tað stóð teimum frítt at bróta sínar avtalur, ið tey høvdu skrivað undir uppá í samgonguskjalinum. Slíkur atburður hóskar seg als ikki hjá einum samgonguleiðara, og hetta ger, at Ung fyri Miðflokkin setur álvarslig spurnartekin við um Bárður á Steig Nielsen eigur at halda áfram sum løgmaður.

Miðflokkurin stendur nú við tí veruleikanum, at málið um sammóður er samtykt. Tað var onki, ið Miðflokkurin kundi gera fyri at forða hesum. So tann politiski veruleikin gongur víðari. Nú má flokkurin hyggja uppá, um hann kann hava álit á sínir samstarvsfelagar.

Tað eru enn nógv mál, ið Miðflokkurin ynskir at fáa avgreitt. Vit eru sannførd um, at samgongan hevur eina skyldu yvirfyri sínum veljarum at royna at áhaldandi gjøgnumføra politikk, ið hevur ágóðan fyri okkara land.

Ung fyri Miðflokkin vil tí eggja samgongupartarnar um at koma saman og gera eina roynd at skipa samgonguna á nýggjum og hyggja frameftir. Men um tað ikki gjørligt, so er einasta loysn at útskriva eitt nýval.

Vinaliga
Aksel Kambsskarð Berg
Formaður
Ung fyri Miðflokkin

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.