23. november 2021

Føroyar og Evrasiatiska Búskaparsamgongan havt fund

Í dag var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS.

Í dag var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS. Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS ráðharri í búskaparmálum, leiddi fundin fyri EABS.

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunnað um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum í vár. Landsstýrið, EABS og vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini í felag. Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

”Russland er millum størstu marknaðirnar hjá Føroyum fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning fyri at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið. Í morgin verður fundur við sendiharran hjá Kasakstan.

 

(Mynd: Jenis av Rana og Sergey Glazyev.)

 

Kelda.  ummr.fo

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.