2. september 2021

Bill spyr Jørgen um Funningsfjarðavegin

§52-a til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum

§52-a til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum

- Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at brúka tær 4,75 mió. krónurnar, sum eru játtaðar til Funningsfjarðavegin í ár?

- Nær verður vegastrekkið breiðkað og til fulnar dagført sambært ætlanum landsstýrismansins?

- Nær verður verklagslóg løgd fyri Løgtingið, sum neyvt ásetir kostnað og tíðarætlan fyri umrødda vegastrekki umframt eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?

- Hvussu stórur er metti kostnaðurin av at til fulnar dagføra og breiðka umrødda vegastrekki, heruppií eisini vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði?

- Nær verður alt arbeiðið boðið út í almennum útboði, so verulig ferð kemur á arbeiðið og tað kann gerast liðugt innan rímiliga tíð?

Tað hevur gingið meiri enn striltið at fáa til vega játtan at breiðka og dagføra vegastrekkið til Funningsfjarðar, sum gongur frá høvuðsvegnum Millum Fjarða og allan vegin gjøgnum bygdina í Funningsfirði.

Vegastrekkið er fyri stóran part ein einsporaður vegur við nøkrum fáum víkiplássum. Dagliga koyra stórir og tungt lastaðir lastbilar eftir vegnum. Harumframt er nógv ferðsla við bussum, sum koyra við ferðafólki til vælumtóktu ferðamálini Elduvík, Funning og Gjógv. Umframt dagligu persónbilaferðsluna, sum stendst av vaksandi virkseminum í økinum.

Í Funningsfirði er alivirki hjá Bakkafrost, taraaling hjá Ocean Rainforest og plattaframleiðsla til allan føroyska fiskaútflutningin. Elduvík, Funningur og Gjógv eru vældámd ferðamál hjá bæði føroyskum og útlendskum ferðafólki. Umrødda vegastrekki er høvuðsæðr til alt hetta virksemið.

Løgtingið hevur sett 4,75 mió. kr. av til at breiðka og dagføra umrødda vegastrekki á fíggjarlógini í ár. Lítið og onki er gjørt fyri hendan pening higartil í ár. Nú stendur heystið fyri durum og síðani veturin. Tað er undrunarsamt, at onki er gjørt í summar fyri hendan pening, sum Løgtingið hevur játtað. Løgtingið er evsti myndugleiki og tí má roknast við, at landsstýrismaðurin og Landsverk halda seg til tær ætlanir, sum Løgtingið hevur á økinum.

Bill Justinussen
Løgtingsmaður

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.