1. juni 2021

Vit endurgeva

Grein á Vágaportalinum 31. mai 2021, sum vit endurgeva.

VP bað Mentamálaráðið um innlit í svarið til umsóknina um filmsstuðul til undanframleiðslu og framleiðslu av filminum “Sæla”, sum nógv hevur verið skrivað og tosað um seinastu tíðina.

Svarið er undirskrivað av aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, Poul Geert Hansen, og verður endrugivið úr tí.

- Víst verður til umsókn um stuðul til spælifilmin “Sæla”. Sagt verður frá, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um ikki at ganga umsókn tygara á møti, skrivar aðalstjórin at byrja við.

Tveir ráðgevar, Kristina Sundar Hansen og Hans Petur Hansen, eru sambært reglugerð settir at gera tilmæli um stuðul til film av filmsjáttanini.

Aðalstjórin skrivar, at vanlig mannagongd í sambandi við viðgerð av umsóknum um filmsstuðul er, at umsóknirnar verða sendar filmsráðgevunum at meta um. Filmsráðgevarnir gera tilmæli og frámæli, sum síðani verða send aftur til umsitingina í ráðnum.

- Sum oftast verða hesi tilmælini fylgd, men tað kann koma fyri, at landsstýrismaðurin ikki velur at fylgja teimum fult og heilt – tað er jú í síðsta enda avgerð landsstýrismansins, hvør fær stuðul eftir galdandi skipan.

Tá umsitingin fekk tilmælið til fyrra umfar av filmsstuðlinum í 2021, høvdu filmsráðgevarnir mælt til partvís at játta umsóknina.

Eftir at landsstýrismaðurin hevði gjøgnumgingið tilmælið, ynskti hann, at ráðið viðgjørdi umsóknina nærri.

- Eftir at hava ráðført seg við umsitingina, hevur landsstýrismaðurin avgjørt ikki at veita verkætlan tygara stuðul, skrivar aðalstjórin.

Og víðari skrivar Poul Geert Hansen:

- Sagt verður, at endamálið við filminum er at viðgera kynsligan bundni – tað, at mann er bundin kynsligari nøktan. Talan er óivað um ein trupulleika, ið mong stríðast við, og tískil eitt viðkomandi evni at viðgera.

- Men handritið lýsir eina søgugongd, ið fyri tað mesta tykist at snúgva seg um kynsligt samband, harðskap og kynsligt samband, ið er blandað við harðskap, og ein høvuðspersón, ið ikki klárar at fáa kynsligan fulnað fyrrenn viðkomandi er á markinum til at beina fyri sær sjálvum.

- Talan er um so mikið grovar senur, at boðskapurin aftanfyri filmin dettur niður í millum, og hóast greitt er, at høvuðspersónurin hevur álvarsligar trupulleikar at dragast við.

Søkt var eisini um stuðul til filmin ”Sæla” í 2020, tó við einum handriti, ið er nakað øðrvísi enn handritið, ið nú fyriliggur, greiður aðalstjórin frá.

- Tá skrivaðu ráðgevarnir, at: ”Ógreitt er, hvørt hetta er sama verkætlan, leikstjóri og høvundur søkti um stuðul til á heysti 2019; tá undir heitinum: Bollivinir. Tá mettu ráðgevarnir, at: “Hetta er ein filmur við nógvum kynsligum løtum, sum fara langt yvir tað markið, vit eru von við at halda okkum innanfyri í Føroyum. Til hetta kann tað gerast trupult at finna føroyskar leikarar. Stigtakararin leggur dent á, at sex er ein sentralur og natúrligur partur av okkara gerandisdegi. Tó, har frá og til at skriva eitt so spekkað treatment við sex er kanska ov vági.”. Ráðgevarnir halda fast í hesi meting og meta har afturat, at Sæla fer enn longur og ov langt yvir nevnda mark.” (áherðsla ráðsins)

- Landsstýrismaðurin er samdur við metingini, ið varð gjørd tá, og heldur ikki, at nýggja handritið brýtur frá tí gamla, hvat júst hesum viðurskiftum viðvíkur.

- Sum heild verður mett, at tilfarið er av so mikið grovum slagi, at landsstýrismaðurin metir seg ikki kunna stuðla verkætlanini, skrivar aðalstjórin í Mentamálaráðnum í svarinum.

 

Leinkja til greinina:

http://www.vp.fo/news/filmurin-saela-spekkad-treatment-vid-sex

 

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.