7. november 2020

Góðu vinir

Tvey kvøld í hesi vikuni havi eg sitið púra uppgevandi og hugsað ”hvat gongur fyri seg í Kringvarpi Føroya”.

Góðu vinir


Tvey kvøld í hesi vikuni havi eg sitið púra uppgevandi og hugsað ”hvat gongur fyri seg í Kringvarpi Føroya”. Varpið, sum eg, míni og hvør einasti føroyingur blint trýr ber sannleikan. Men so bráddliga gerst man partur av sendingum og upplivir tað mótsatta. Tað upplivdi eg fyrr í ár, tá var tað útvarpið og so aftur nú týskvøldið og hóskvøldið í sjónvarpinum.


”Jamen Jenis, tú segði ikki tað, sum tey skrivaðu sum yvirskrift og útbasuneraðu fyri hyggjarunum í sjónvarpinum í gjárkvøldið, at tú vónar at Trump vinnur ”.


Hesa viðmerkingina havi eg hoyrt og lisið ferð eftir ferð seinastu daganar, og einfalda svar mítt til skilagóðu viðmerkjararnar hevur verið: ”Nei, og eg bleiv heldur ikki spurdur tann spurningin”.


Alt byrjaði týsdagin meðan eg sat á landssýrisfundi. Telefonin ringdi fleiri ferðir, og tá eg í einum steðgi ringdi aftur var talan um tíðindafólk, sum m.a. ynsktu at vita, hvønn týdning úrslitið av amerikanska valinum kundi fáa fyri Føroyar. Prátið endaði við, at vit avtalaðu eitt sjónvarpsprát seinni um dagin, aftaná at eg hevði verið til hátíðarhald úti á nýggja og avbera stórsligna skúlanum á Fløtum.


Vit høvdu eitt avbera gott prát, sjónvarpskvinnan og eg- helt eg.


Prátið byrjaðu við spurninginum: “Ger tað mun, um tað er Trump ella Biden sum sita við borðið” (borðið í WHO, har vit føroyingar vóna limaskap). Svar mítt var: ”ja, tað ger mun”. Men síðani legði eg dent á, at avgerandi var ikki hvør teirra sat har, men avgerandi er at USA kemur aftur til borðið at sita, tí annars fáa ikki demokratiskar tjóðir ov stórt vald á stovninum.


Restin av prátinum varð um og hvørja ávirkan úrslitið av amerikanska valinum fór at hava á Føroyar, og um tað fingu vit eitt gott prát, um virðisgrundarlag hjá amerikonsku flokkunum v.m., sum endaði við spurninginum: ”Jenis av Rana, hvør hopar tú fer at vinna?”. Har svaraði eg hesum einfalda spurninginum, segði hvønn flokk eg vónaði fór at vinna amerikanska valið, eitt val, sum jú fevnir um so nógv onnur val enn bert valið av presidenti!


Ongantíð í sendingini varð eg spurdur um hvønn teirra , Trump ella Biden, eg ynskti valdan! Tí var yvirskriftin og útbasuneringin bæði kvøldini, um at ”Jenis av Rana vónar Trump vinnur” høpisleys og tikin úr leysari luft. Hevði eg verði spurdur tann spurningin, hevði svarað verið annarleiðis grundgivið og øðrvísi enn svarið til spurningin ”Jenis av Rana, hvør hopar tú fer at vinna?”. Svarið til henda seinna spurningin var væl og virðiliga grundað á, at spurningurin ikki var persónstengdur.


Av tí at man er so vanur við slík feilcitatir, lat eg tað tíverri fara afturvið borðinum týskvøldið. Man orkar ikki, hevur kanska okkurt annað at gera- og so sovnar man frá tí.


Men nei, feilcitatið bleiv brúkt aftur hóskvøldið, nú framborið fyri øðrum politikara sum tann rámi sannleiki, av teimum somu, sum framleiddu hetta skeiva citatið? Og lygnini líkt, so er hon nú, sum í søguni um fjøðurina og tær fimm hønurnar á sinni, vorðin útbygd av sjónvarsfólkunum, nú ljóða tær, frambornar av tíðindamanninum:


” tingmaðurin….. tekur frástøðu frá útsøgnini hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, at Donald Trup hevur sama virðisgrundarlag sum sitandi samgonga”

”føroyski uttanríkisráðharrin vónar, at tað verður Donald Trump sum endar sum sigurðsharri”

Og eg verða sagdur hava sagt:

” at Donald Trup umboðar virðisgrundarlagið hjá samgonguni”.

Hvat heldurt tú um slíkt? At byggja eitt innslag í einari tíðindasending uppá sjávfabrikeraði svar? Hvussu kann man tað? Er tað ikki slíkt, man kallar fakenews? Men tað má ein public service stovnur væl halda seg vera ov góðan til, ella?


Eg var so naivur, at eg longu hóskvøldið skrivaði teimum báðum journalistunum, sum høvdu ábyrgdina av rongu tíðindunum, tíðindaleiðaranum og stjóranum, eitt bræv, har eg greiddi frá og vónaði rættvísi og rætting. Endin av brævinum ljóðaði soleiðis:


”Góðu tit, hatta ber ikki til at gera móti einum gesti, í hesum førði mær, sum tit bjóðaðu í sjónvarpið at svara nøkrum spurningum. Tit kunnu ikki leggja meg, politikara ella ikki, landsstýrismann ella ikki, undir eitt svar, sum eg ikki gav!


Eg vóni og vænti rættvísi í tíðindasendingini í annaðkvøld, at tit har siga føroya fólki, hvat eg svaraði, og hvat eg ikki svaraði. Fyrst av øllum at eg ongantíð úttalaði meg um, hvønn eg vildi ynskt sum president, av tí einfaldu orsøk, at eg ongantíð fekk spurningin”.

Jú, eg fekk svar, men eina elendiga og óvirðilga krúpan undan ábyrgd.

Eg svaraði teimum báðum, tíðindaleiðaranum og stjóranum, aftur beinanvegin, gav teimum ein møguleika at rætta feilin, men haðani kom onki svar. Tí hendan frágreiðing, sum tit eru vælkomin at viðmerkja, hugsi mest um ráð frá tykkum um, hvat eg skal gera næstu ferð hesi fýra ynskja at gera samrøðu við meg.

Jenis av Ranau

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.