17. apríl 2020

Porno drepur kærleikan

Bundni av porno er ein stórur trupulleiki kring heimin.

Eg eri púra sannførdur um, at porno drepur kærleikan.

Bundni av porno er ein stórur trupulleiki kring heimin. Tað vita vit frá hagtølum, sum vísa á, hvussu dreingir og gentur, kristin og ikki kristin, yngri og eldri, ja hvussu fólk úr so at siga øllum samfelagsbólkum, meiri ella minni, stríðast við porno. Hagtølini vísa tó á, at tað serliga eru ungir dreingir, sum stríðast við hetta. Eg dugi ikki at síggja, hví Føroyar skuldi verið eitt undantak. Hetta er orsøkin til, at eg havi sett Helga Abrahamsen landsstýrismanni, ið varðar av Føroya Tele, skrivligan fyrispurning um at verja børnini í Føroyum ímóti porno.

Væl vitandi um, at hetta er eitt trupult evni, sum fá vilja tosa um, velji eg kortini at taka evnið upp, júst tí at eg trúgvi, at porno virkar, sum ein ósjónligur svullur í okkara samfelagi, so leingi vit velja at tiga tað burtur.

Tá Løgtingið fer at viðgera mín skrivliga fyrispurning, fari eg at útgreina avleiðingarnar av porno nærri.

Um tú ynskir at vita meiri um avleiðingarnar nú, kann eg viðmæla tær at hyggja eftir dokumentarini Brain, Hearth and world: https://brainheartworld.org/. Ein sera góð og greið dokumentar, sum er ókeypis, og lýsir avleiðingarnar av porno í trimum pørtum.

 

Steffan Klein Poulsen

 

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.