Íslendski uttanríkisráðharrin á vitjan í Føroyum

Í døgunum 22.-24. oktober vitjar íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, í Føroyum. Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, er vertur fyri vitjanini.

Fyrrapartin fríggjadagin 23. oktober hava uttanríkisráðharrarnir fund í Tinganesi. Á skránni fyri fundin er handilsviðurskiftini landanna millum.

Fríggjadagin verður eisini vitjað á garðinum á Vatnaskørðum hjá Sigerti Paturssyni, formanni í Bóndafelagnum, og hjá Krás í Hósvík.

Seinnapartin fríggjadagin luttaka Jenis av Rana og Guðlaugur Þór Þórðarson á ráðstevnuni "Brexit, møguleikar og avbjóðingar, har teir fara at røða um, hvørjar møguleikar og avbjóðingar Brexit hevur fyri ávikavist Føroyar og Ísland. Ráðstevnan er partur av FaroExpo 2020 í Runavík.      

Íslendski uttanríkisráðharrin fer av landinum sunnudagin 25. oktober.