Amerikanski admiralurin Robert Burke á vitjan í Føroyum

 

28. oktober vitjaði amerikanski admiralurin Robert Burke í Føroyum. Robert Burke er ovasti fyri amerikonsku flotaeindirnar í Evropa og Afrika. Hann hevur støð á NATO flotastøðini í Napoli í Italia.

Undir vitjanini skal Robert Burke á fund við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum. Á fundinum umrøddu landsstýrismaðurin i uttanríkismálum og admiralurin millum annað viðurskiftini við USA, trygdarstøðuna í Arktis og møguleikarnar fyri samstarvi í sambandi við bunkring og aðrar tænastuveiting til amerikonsk flotaskip.

Á ferðini hevði Burke admiralur eisini fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum og varaløgmann.