Valskrá MIÐFLOKSINS
-framleiða okkum úr kreppuni!

SAMFELAGSSTØÐAN
- Arbeiðsloysið:
2008: 1,3 %. 2011: 6,1 %.
- Undirskotini á fíggjarlógini
- Økta skuldin: ( mia. kr. ) 
- 2008 almenna skuldin 3.590. Innistandandi í landsbankanum 2.158
- 2011 almenna skuldin 5.234. Innistandandi í landsbankanum 1.682
Ongin Politikkur
- Ongar visiónir
- Ongar analysir
- Manglandi hagtøl
Mong liva í neyð!
- Methøgt kostnaðarstøði
- Metlangar bíðitíðir: t.d.barnapsykiatri.
- Mong flyta av landinum
Reformarnir, sum ongantíð komu
- Kommunureformur
- Fiskivinnureformur
- Skúlareformur
- Pensiónsreformur
Avrik eftir Miðflokspolitikki
- Fyrsti og næsti sjúkradagur barnsins.
- Fræls kringvarp ( Lindin/ Rás 2 ).
- Umboðsmansstovnurin.
- Frískúlar
- Hálveraða talið av fosturtøkum
- MVG frítøka fyri kirkju- og samkomuhús
- Ásetan av fátækramarki.
- Endurstovnan av ferðaráðnum.
- Stuðul til keyp av frystum fiski
- Húsalánsgrunnurin
- Ungdómsumboðan í nevndum og ráðum
- FAS skipanin
Vit mugu framleiða okkum úr kreppuni!
- Alt tilfeingið úr havinum má koma um føroyskar hendur
- Menna útbúgvingarmøguleikar og gransking innan fiskivinnuna.
- Virðisøkja
- Víðariframleiða
- Veita íverksetara- og íløgustuðul
Ríkisveitingin
- Fíggjarlig uppgerð má gerast við danir
- Fólkaatkvøða um blokkurin skal tiðnast?
Familjan
- Differentiera MVG’ ið
- Minkast munandi á húsarhaldsvørum og heilsugóðum vørum
- Endurstovna príseftirlitið
- Verja Guðgivna hjúnabandið
- Endurskapa virðing politikkara fyri pengum
Yngsta ættarliðið
- Leingja barsilsfarloyvið til eitt ár
- Fáa rættartrygdina hjá óføddu staðfesta í møguligari stjórnarskipan
- Veita barnakekk
Yngra ættarliðið
- Veita lesandi í Føroyum frádrátt líkum Ríkisfelagsfrádráttinum í DK.
- Avtaka lønarreguleringina av studninginum hjá lesandi, ið var innførdur 1. januar
- Fáa fjarlesandi undir stuðulsskipanina
- Skipa búskaparligar útbúgvingar í Føroyum
- Lata ung fólk sleppa lættari framat í almennum nevndum.
Eldra ættarliðið
- Geva eldra ættarliðinum trygd fyri einum virðiligum lívskvøldi
- Avvarðandi mugu fáa betri møguleikar at vera heima og átaka sær røktina av eldru.
Heilsa og verja
- Bjóða øllum føringum CTD genkanningar og veita berarum av CTD stuðul til viðgerð
- Bíðitíðirnar til psykiatriska hjálp mugu burtur!
- Størri játtan á fíggjarlógini til KRIS
Skipaðan rúsdrekkapolitikk
- Føra ein virknan rúsdrekkapolitik
- Einki rúsdrekka á almennum tiltøkum
- Steingja flúgvandi ókeypis barrirnar
Kringvarpið
- Einskilja kringvarpið
- Taka av tvangskravda kringvarpsgjaldið
- Bjóða public service sáttmálar út alment

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net