Í 1991 settu nøkur trúgvandi fólk sær fyri at stovna nýggjan politiskan flokk. 

 

Tordur Niclasen, løgtingsmaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokk var ein av stovnarum floksins.

Á fundi 30.11.1991 á Hotel Hafnia í Tórshavn varð gjørt av, at nýggi flokkurin skuldi eita MIÐFLOKKURIN.

Eisini varð samtykt ein fyribils arbeiðsætlan, sum í dag er kend sum hini 16 punktini fremst í stevnuskránni.

1992

Stovnandi aðalfundur 30.mei 1992

Fyri at nýggjur flokkur kann stilla upp til løgtingsval, er neyðugt at hava í minsta lagið 800 undirskriftir.

Á stovnandi aðalfundinum varð upplýst, at higartil eru savnaðar tilsamans 560 undirskriftir.

Fyribils stevnuskrá varð løgd fyri fundin og samtykt. Arbeitt verður framvegis við stevnuskránni.

Eftir uppskoti frá Tordi Niclasen vórðu hesir einmælt valdir í floksstjórnina:

Jenis av Rana
Álvur Kirke
Jørgen Fr.Jørgensen
Jón Miðberg
Bill Justinussen

Floksstjórnin skipaði seg soleiðis:

Álvur Kirke Formaður
   
Jenis av Rana Næstformaður
Jørgen Frants Jørgensen Kassameistari
Bill Justinussen Skrivari
Jón Miðberg  

Veljarakanningar

Tvær veljarakanningar, sum gjørdar vórðu, stutt eftir at Miðflokkurin varð stovnaður vístu, at Miðflokkurin fekk 3,5 – 4 % av atkvøðunum.

Hetta hildu vit vera gott.

Býráðsval í Havn 1992

Til býráðsvalið í Havn í desembur 1992 vóru Jenis av Rana og Álvur Kirke stillaðir upp á uttanflokkalistanum, lista H, og Svenning av Lofti var uppstillaður til skúlaráðið á sama lista.

Listin fekk ein mann valdan, Petur í Gong; men orsaka av vánaligari heilsu, segði Petur í Gong býráðssessin frá sær.

Jenis av Rana, sum var næstur á listanum, tók sæti í býráðnum.

Svenning av Lofti varð valdur í skúlaráðið.

1993

Landsfundurin 1993

Miðflokkurin hevði landsfund leygardagin 17. apríl 1993 á Hotel Hafnia.

Tordur Niclasen segði, at hann tók eitt mannakorn í morgum, og tað var Mika 2,13, sum sigur:

“Slóbrótarin gongur undan teimum; teir bróta seg ígjøgnum, ganga inn um portrið og fara út um tað; kongur teirra fer fyri teimum, og HARRIN er á odda hjá teimum.”, og hann segði, at tað gjørdi ómetaliga gott. Fleiri onnur høvdu orðið, og orðaskiftið var sera áhugavert. Eftir orðaskiftið var val av floksstjórnarlimum.

Hesir vóru valdir í floksstjórnina:

Jenis av Rana Tórshavn
Álvur Kirke Kaldbak
Jón Miðberg Vestmanna

Til takslimir vórðu valdir:

Fríðtór Debes Argir
Jørgen Frants Jørgensen Sørvági
Niels Hammer Hovi

Í landsnevndini eru hesir somu, saman við einum umboði fyri hvørt valdømisfelagið. Teir eru formenninir í lokalu feløgunum.

Búmerkjakapping

Miðflokkurin bjóðaði á heysti 1993 til búmerkjakapping, og seinasta freist at senda inn uppskot var 1. desember. Sett varð ein innstillingarnevnd. Á fundi 28.desembur valdi floksleiðslan at geva fyrstu virðisløn til Rúna Abrahamsen. 1.virðisløn var 3.000 kr., 2.virðisløn 1.500 kr og 3.virðisløn 1.000 kr.

Innstillingarnevndin innstillaði hetta uppskot sum nr.1 við hesari grundgeving: “Merkið formar eitt M, sum symboliserar og stendur fyri Miðflokkin. Merkið er einfalt, men sera dekorativt og skilir seg burturúr øllum hinum á sín stílreina hátt. Er prentlistarliga lætt at arbeiða við. Blái liturin og gráu skuggarnir standa væl saman. Navnið MIÐFLOKKURIN kann setast saman við búmerkinum, sum ein vil.”

Fleiri onnur góð uppskot komu inn.

1994

Undirskriftirnar verða latnar inn

Hósdagin 26.05.1994 Kl.14.00 fóru umboð fyri Miðflokkin í landstýrið við undirskriftunum.

Hesir vóru við:

Tordur Niclasen
Álvur Kirke
Jenis av Rana
Jón Miðberg
Bill Justinussen
Jógvan Mortensen
Karlon Winther
Jan Hjaltalin

Fyrstu nevndirnar í lokalu feløgunum vóru hesar:

Suðurstreymoy: Jenis av Rana Formaður
  Harald Haraldsen Næstformaður
  Álvur Kirke Skrivari og Kassameistari
  Hans Dávid Petersen  
  Steindór Hjaltalin  
     
Norðurstreymoy: Jón Miðberg  
  Fríðbjørn Poulsen  
  Jóhan Hendrik Hansen  
     
Vágar: Jørgen Frants Jørgensen  
  Dánjal Johansen  
  Ludvig Jacobsen  
     
Eysturoy: Símin Fornagarð  
  Bill Justinussen  
  Kjartan Gregersen  
  Jóhan Larsen  
  Jens Bech  
     
Sandoy: Karlon Winther  
  Óløf Tungá  
  Fríðhild Winther  
     
Suðuroy: Niels Hammer  
  Bjørg av Rana  
  Jan Mikkelsen Hjaltalin  

Løgtingsvalið 1994

7. Juli 1994 var løgtingsval, og Miðflokkurin stillaði upp fyri fyrstu ferð.

Ein veljarakanning, sum gjørd varð 5.juli 1994 gav Miðflokkinum 7,5 % og 3 menn.

Miðflokkurin hevði eitt gott val, um ikki so gott sum veljarakanningin.

Tordur Niclasen av Eiði og Jenis av Rana úr Havn vórðu valdir, og Miðflokkurin fekk tilsamans 1485 atkvøður, sum er 5,8 %.

Samgongusamráðingar

Eftir valið var Miðflokkurin við í samráðingum um at skipa nýggja samgongu. Samráðingarnar gingu væl, og eitt samgonguskjal varð undirskrivað av Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Kristiliga Fólkaflokkinum og Miðflokkinum. Við í samgonguskjalinum vóru nógv av hjartamálum Miðfloksins. Men teir stóru flokkarnir, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kundu ikki semjast sínámillum um býtið av málsøkjum o.a., so tann samgongan varð av ongum.

1996

Í andstøðu

Miðflokkurin var so í andstøðu, og markeraði seg og vann álit millum fólk.

Framtíðin

Ein veljarakanning, sum kunngjørd varð 12.oktobur 1996, gav Miðflokkinum 7,9 % og 3 manns.

Býráðsvali í Havn 3.12.1996

Miðflokkurin stillaði upp til býráðsvali, bæði til býráðið og skúlaráðið.

Tíverri eydnaðist ikki flokkinum at fáa umboð í býráðið hesa ferð!

Svenning av Lofti varð tó valdur í skúlaráði.

1997

Floksstjórnin

Á landsfund 1997 vóru valdir:

Bill Justinussen

Petur Oluf Skorá

Álvur Kirke

Glyvrar

Kaldbak

Kaldbak

Formaður

Skrivari

Kassameistari

Á floksstjórnarfundi møtir eisini tingmanning floksins.

1998

Á løgtingsvalinum 1998 fekk flokkurin 1123 atkvøður, tað er 4,1 %.

Flokkurin fekk ein mann valdan, Jenis av Rana, Tórshavn, valdur í Suðurstreymoy.

1999

Floksstjórnin 1999

Í 1999 varð henda floksstjórn vald:

  Álvur Kirke Formaður  
  Bill Justinussen Næstformaður  
  Anna S. Dam Kassameistari  
Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net