Rósa Tyril Gaardlykke

Um meg

Eg eri 25 ár, gift, og mamma at Ester, Mósesi, og lítlabeiggja, sum væntandi kemur síðst í september.
Eg gjördist liðugt útbúgvin sum sjúkraröktarfröðingur fyrr í ár, og havi síðani arbeitt í kommunulæknaviðtalu og á ellis- og röktarheimi. Eisini eri eg hvört ár við til at skipa fyri G!-festivalinum, og siti í nevndini hjá miðflokkinum.

Eg eri trúgvandi og eri partur av samkomuni Lívsins Orð, har eg millum annað havi verið ungdómsleiðari.
Tað mesta av míni tíð fer til at vera mamma, tí eg havi valt at vera nógv heima ímeðan börnini eru smá.
Mær dámar annars væl hondarbeiði, matgerð og at lesa - serliga ymiskt innan sálarfröði, náttúru- og heilsuvísindi.

Politisk grundhugsjón

Mín politiska grundhugsjón er ein trúgv uppá frælsi framum tryggleika, og eg haldi at høvuðsuppgávan hjá lóggevandi valdinum, eigur at vera at tryggja okkum frælsi - frælsi at skipa okkara lív sum vit ynskja, og sum vit sjálvi halda vera best. Eg síggi familjuna sum grundeindina í samfelagnum, og ynski störri frælsi til föroysku familjurnar. Vit eiga at lækka skatta- og avgjaldstrýstið, og harvið geva borgarum størri ræðisrætt yvir egnari inntøku.

Eg síggi rættin til lívið umframt talu-, hugsanar-, samvitsku- og trúarfrælsi sum grundleggjandi mannarættindi, ið hava alstóran týdning at verja. Rætturin til lívið er tann mest grundleggjandi rætturin av øllum, og skal tryggjast øllum menniskjum.

Heilsuverkið

Týdningarmikið er at landsins leiðsla torir at gera raðfestingar innan heilsuökið, og síðani at seta nokk av peningi av til at tað gerst möguligt at hava eina höga góðsku á teimum tænastunum, sum valt verður at raðfesta.

Fyribyrging av lívsstílssjúkum og sálarsjúkum eigur at vera raðfest högt. Allir föroyingar eiga at hava lætta atgongd til dagfördar upplýsingar um sálarheilsu og ávirkanina av kosti, royking, rúsdrekka, kropsligari venjing og strongd á heilsuna.

Sálarligir viðgerðarhættir eiga at vera raðfestir hægri, og altíð standa fólki í boði áðrenn sett verður inn við heiligvági, á teimum ökjunum, har slík viðgerð er prógvað at hjálpa.

Familjulív

Sum skipanin er í dag, er sera torført hjá familjum við smáum børnum at velja annað enn langar dagar á almennum vøggustovum og barnagørðum, longu frá knapt 1-ára aldri, fyri síni børn. Hetta ynski eg at virka fyri at broyta. Eitt smidligari barsilsfarloyvi, har foreldur til dømis kundu valt at verið í parttíðarfarloyvi eina tíð, tá tey venda aftur til arbeiðsmarknaðin, hevði givið familjunum størri frælsi og loyvt børnunum at fingið eina longri innkoyring, um tey skuldu á stovn. At latið pengarnar fylgt børnunum hevði loyvt einstøku familjuni at valt ta ansinginarloysnina, sum hon metti passa best til síni børn.

Somuleiðis hava okkara eldru ikki nóg góðan møguleika at skipa sítt arbeiðslív, men vera næstan noydd at gevast á arbeiðsmarknaðinum við pensjónsaldur. Vit áttu heldur at eggja okkara eldru til at arbeitt víðari um tey orka og ynskja, og soleiðis eisini öll kunnað notið gott av teirra vitan, virkishugi og royndum.

facebook.com/midflokkarosa