3. august 2019

Borgarum verður noktað talufrælsi og persónligan avgerðrarrætt

Í grundlógini § 77 stendur soleiðis: “Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker”.

Í grundlógini § 77 stendur soleiðis: “Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker”.

Hetta er ein aðalregla, ið eg meti, at okkara føroyska samfelag má halda óvíkiliga fast við.

Í seinastuni er tað fleiri ferðir, at okkara siðbunda kristna hugsan og liviháttur hevur verið undir censuri.

Hetta er tíbetur ikki hent so nógv í Føroyum, men í teimum altjóða sambondum vit hava út í heim er hent ymiskt, sum partvíst eisini rakar gerandisdagin í Føroyum.

Eitt dømi er at Amazon hevur avgjørt at nokta, at bøkur verða seldar av undirveitarum á teirra platformi, ið eru skrivaðar av fólki, ið áður hava livað ein homosexuellan lívsstíl, og nú hava valt at liva ein hetroseksuellan lívstíl.

Eisini eru bøkur noktaðar frá terapeutum, ið greiða fólki frá, um tey ynskja tað, hvussu tey kunnu fáa terepeutiska hjálp fyri óynsktar homosexuellar kenslur.

Eitt annað dømi er, at Airbnb krevur, at útleigarar skulu veita hetrosexuellum og homosexuellum pørum somu tænastur, sjálvt um útleigarin hevur ræðisrætt yvir egnum býli.

Eisini hevur Airbnb tikið øll útleiganarbýli á vestara áarbanka av sínum sølulista.

Eitt triðja dømi er, sum vit kundu lesa herfyri, at ein enskur lækni misti starvið, tí hann noktaði fyri at kalla ein mann fyri eina kvinnu, soleiðis sum maðurin sjálvur ynskti tað.

Eitt dømi úr Føroyum er, at um tú ætlar tær at gera kylling til døgurða, so ber næstan ikki til at fáa ein kylling, sum ikki er Halal slaktaður.

Um eg fái tína atkvøðu vil eg arbeiða fyri, at talufrælsið og persónliga avgerðrarfrælsið verður áhaldandi virt í Føroyum, soleiðis at rák, ið eru at síggja uttanlands, ikki vera at síggja í Føroyum í sama mun.

Tó havi eg ikki sagt, at vit ikki skulu virða fólk, ið ikki hava eina kristna grundhugsan.

Øll skulu virðast óansæð sjónarmið.

Steffan Klein Poulsen
Valevni hjá Miðflokkinum

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.