2. juli 2019

Foreldur eiga børnini - ikki ansingarstovnarnir

Vit eiga at virka fyri, at børn hava ein meira flexsiblan gerandisdag

Tá børn eru noydd at vera 40-45 tímar um vikuna í barnagarði, hava tey onki kontrol á tilveruni. Tey fáa ikki ein frídag, tá tey t.d. føla seg eitt sindur forkølaði, ella allergiin leikar í. Tey fáa onga pausu frá tí stóra barninum, sum happar tey, ella teim vaksnu, sum tykjast ill. Og harafturat sleppur ongin við at hjálpa teimum at loysa hesar óbehagiligu støðurnar. Hetta elvir til, at alsamt fleiri børn vísa tekin uppá angist og tunglindi.

Vit eiga at virka fyri, at børn hava ein meira flexsiblan gerandisdag. Hetta kann vera ein meira lagalig tilgongdartíð  við innkoyring, og eisini meira møguleikar fyri niðursettari tíð. Børn áttu at sloppið at komi seinni, ella veri færri dagar, so tey har heima føla, at tey eiga barnið, ístaðin fyri at stovnurin eigur tey og barnið. Ein annar møguleiki hevði verið, at foreldur høvdu møguleika at koma við sínum barnið onkrar dagar í barnagarð, ella onkrar løtur.

Sagt verður ofta, at børn mennast sosialt av at spæla, og tí má man koyra tey í barnagarð. Børn undir  3 ár spæla parallelt við hvønn annan, og síðani byrja tey meira at spæla saman. Tey læra av at fantasera. Men um tey bara spæla við javnaldrar, so læra tey ikki at loysa konfliktir ella rættari sagt sosialar førleikar, hóast tey læra at føla hvat onnur føla. Um tey bara spæla við vaksin, so læra tey altíð at fáa sín vilja. Tí er tað besta um tey vaksnu kunnu vera eitt sindur uppií og seta tey ígongd, og traðka inn við loysnum, tá børnini standa føst í ósemjum. Eisini læra børnini sera nógv av at síggja vaksin, sum duga væl at vera taktist í ósemjum. Hetta merkir, at børn eiga at variera millum at spæla við størri børn, javnaldrar og eisini vaksin. Hetta sama er eisini galdandi fyri málmenningina hjá børnunum.

Børn sum burdu fari í fostur, tí man veit, at í heiminum er harðskapur ella vanrøkt, verða áløgd fara í barnagarð fullan dag. Hetta tí man metur, at barnagarðar eru so góðir, at har fara tey at trívast og mennast rætt. Sama við børnum hjá fráskildum foreldrum, og tá babba hevur frí frá skipinum. Tó vísa kanningar hjá vælfungerandi børnum, at børn hava tað stuttligast í frítíðini, og minni gott í skúlanum.

Stuttligast er, tá tey eru saman við vinum. Tí er hendan loysnin hjá barnaverndini heldur ikki optimal. Í stuttum: børn hava tørv á at vera saman við øðrum, sum veruliga dáma tey.

Innlæringin í skúlanum er skipað so, at foreldur hyggja á heimasíðuna, og so sita saman við barninum og gera skúlating. Hetta er m.a. tí gransking vísir, at vit øll avrika meira og mennast betur av at fáa innlæring ein til ein, og at vit røkka longur sum heild og blíva klókari av, at onkur vísur áhuga og stuðlar okkum. Lærarar søkja eisini um eyka føroyskt til tey børn, sum hava trupult við innlæring. Hetta vísir seg at vera sera effektivt.

So vit eru komin sera langt, tá mamman sleppur at vera heima í 1 ár eftir barnsburð. Trupulleikin er, tá mamman noyðist at avlevera barnið. Brúka 3 dagar til 1 viku at venja, og so skal barni vera 40-45 tímar um vikuna antin á stovni ella hjá onkrum, sum ansar tí. Hetta skifti er alt ov knapt, og úrslitið er, at barnið vaknar um náttina aftur, hóast tað svav fínt ígjøgnum. Barnið tikist ótrygt. Hetta seinasta meti eg er slett ikki ok í okkara samfelag. Onki eigur at sleppa at kvetta bandið millum móður og barn soleiðis og uppá so stutta tíð. Nógvar møður søkja um at sleppa niður í tíð hetta fyrsta tíðarskeiðið, og tað eigur at verða játtað.

Best var, um barnsburðarfarloyvið ikki endaði við eitt, men gleið inní at arbeitt fyrst 10 tímar um vikuna og so t.d. vaksið tað seinni til 20, 30 og møguliga 40 tímar, tá barnið er 3 ár. Og her mugu arbeiðsplássini verða meira flexibul. Foreldini eiga børnini, og barnagarðurin eigur at verða meira flexibul so hetta ber til.

Við hesum í huga eiga vit eisini at seta nógv fleiri pedagogar í mun til hvørt barn í barnagarðinum.

Hetta so at børn, sum hava meira trupult við at mennast, kunnu blomstra, men eisini so at tey, sum klára seg sera væl, ikki skulu vera gloymd.

Bjarta Petersen
valevni fyri Miðflokkin

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.