27. juni 2019

Samgongan rennur seg bara í trupulleikar.

Bill skrivar á Facebook

Altso... man fær ikki latið ein portal upp nú um dagarnar, uttan at síggja landsstýrisfólk standa og taka í hondina á onkrum, har tey hava gjørt avtalur um eitt og annað. Nú Løgtingið ikki longur kann seta landsstýrisfólkum spurningar, tykist ferð vera komin á hópin av avtalum og semjum og skjølum, sum skulu undirskrivast. Eg haldi, hetta er eitt sindur ófólkaligt av landsstýrinum soleiðis at láta sum um, at ein rúgva fæst av skafti, nú samgongan og landsstýrisfólkini tíðliga í vár hava mist politiska meirilutan og í grundini als onga parlamentariska heimild til nakað sum helst.

Onki av tí, tey undirskriva, verður sett í verk, um ikki ein nýggjur politiskur meiriluti eftir komandi løgtingsval tekur undir við hesum heimildarleysu undirskriftunum. Men hetta er ikki nakað nýtt. Hendan samgongan trívist best uttanfyri Løgtingið og hevur ígjøgnum hesi 4 árini brúkt ovmikið av sínum kreativa hugflogi at sleppa undan at koma í Løgtingi við sínum politikki. Tí har renna tey seg bara í trupulleikar.

Tíðindi

2. oktober 2019
Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall
Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
24. september 2019
Samrøða við Jenis av Rana
Hoyr samrøðu sum Góðan Morgunsendingin hjá KVF hevði við nýggja landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum.
23. september 2019
Rani A. Skaalum á ting
Okkara sætti maður hevur tikið sæti á Føroya Løgtingi.
22. september 2019
SAMHALDSFASTI OG SKATTASKIPANIN
Stóra misskiljingin er, at samhaldsfasti ikki er eins samhaldsfastur tann pensjónsskipanin, sum hann ætlandi skuldi avloysa.
17. september 2019
"Nýggj" andlit í Løgtinginum
Tá ið Løgtingið kom saman í dag vóru "nýggj" andlit at síggja í sessunum hjá Miðflokkinum.