26. juni 2019

Skulu hava rætt og møguleikan at byggja uttanfyri Havnina.

Tí eingin ivi skal vera um, at tað eigur ikki at vera peningastovnarnir, ið stýra skulu hesum landi.

Skulu hava rætt og møguleikan at byggja uttanfyri Havnina.

Alment hevur verið frammi, at tað er ómetaliga trupult hjá fólki, ið ætla at byggja sær hús á bygd, at fáa lán frá peningastovninum.

Sagt verður, at ein av orsøkinum til hetta er, at marknaðarvirði á húsum á bygd er munandi lægri enn á húsum í Havnini.

At peningastovnarnir, eftir øllum at døma, eru trekir at veita fígging til bygging av húsum á bygd, ella uttan fyri høvuðsstaðarøkið, er bæði harmuligt og átaluvert!

Heldur hendan gongdin fram, ja, so er ikki ringt at ímynda sær, at miðsavnanin(sentraliseringin) tekur dyk á seg.

Tað kann ikki vera rætt, at peningastovnarnir á hendan hátt, í roynd og veru, forða fólki í at búseta seg á bygd og sostatt stýra bústaðarmynstrinum í Føroyum.

Um peningastovnarnir ikki sjálvir taka annað skinn um bak, so mega onnur átøk til!

Tí eingin ivi skal vera um, at tað eigur ikki at vera peningastovnarnir, ið stýra skulu hesum landi. Fara teir út um mark – Ja, so er tað skylda hjá politiska mynduleikanum at fáa peningastovnarnar at rætta kósina.

Hetta er nakað sum komandi landstýri/løgting eigur og skal leggja sær í geyma.

Tordur J. Niclasen

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.