29. apríl 2019

Steffan Klein Poulsen stillar upp fyri Miðflokkin

- Eg havi tó ikki verið tann, sum hevur rópt hart og verið politiskt virkin. Enn...

Eg havi havt sera stóran áhuga fyri politikki í fleiri ár. Mær hevur dámt væl at fylgt við í tí, sum gongur fyri seg í løgtinginum, at vera partur av orðaskifti um ymisk samfelagsmál og annars eygleitt ta kós, ið samgongur hava sett. Eg havi tó ikki verið tann, sum hevur rópt hart og verið politiskt virkin. Enn... Men tá ið umboð fyri Miðflokkin fyri tíð síðani heitti á meg um at stilla upp, valdi eg at taka av.

Eg eri 23 ára gamal, føddur og uppvaksin í Hvannasundi. Í løtuni lesi eg búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, eftir at hava lokið Handilsskúlan á Kambsdali. Búskapur og samfelagið sum heild hevur mín áhuga. Eg dámi serliga væl at seta meg inn í ymiskar ósemjur, royna at skilja tær og síðani hugsa eina góða loysn inn í støðuna.

Eg eri sera fegin um at kunna stilla upp fyri Miðflokkin, tí virðir sum at verja ófødda barnið, hjúnabandið og líknandi áskoðanir eri eg púra samdur í. Eg síggi hetta tí sum ein góðan møguleika til at stríðast fyri, at vit í Føroyum tora at halda fast við slík virðir og ikki loyva øllum rákum at festa røtur her hjá okkum. Serliga er tað ófødda barnið, ið liggur mær tætt at hjarta, og hevur gjørt tað leingi. Hesin minnilutabólkur fær jú ikki vart seg sjálvan á nakran hátt. Tí vil eg, saman við Miðflokkinum og øðrum, ið deila hesa hugsjón, gera mítt til at verja ófødda barnið.

Eg síggi gjarna samfelagið taka hond um tey veiku. Eingin ivi um tað. Eitt mark má tó vera fyri hvussu nógv landið skal stýra og stuðla borgaranum, tí hetta kann skjótt gerast ein sovipúta hjá okkum borgarum. Eg trúgvi upp á frælsi og frían vilja innan skilagóðar rammur. Borgarin hevur í fleiri støðum vit og skil til at klára seg sjálvan, og skal hetta tí eisini vera møguligt. Millum annað familjan, ið er ein hornasteinur í okkara samfelag, skal hava frælsi til at virka í einum góðum og tryggum heimi, har foreldur veruliga fáa loyvi at taka sær av sínum børnum og nærmastu. Jú, vit hava almennar stovnar, so sum barnagarðar og skúlar, ið eru góðir fyri okkum, men eg trúgvi at eitt gott bakland er minst líka umráðandi fyri børnini.

Tíðindi

7. mai 2019
Fráboðan frá Miðflokkinum um fólkatingsvalið
Leiðslan í Miðflokkinum hevur í dag tikið avgerð um, at Miðflokkurin ikki fer at stilla upp til fólkatingsvalið.
26. apríl 2019
Superstjórin – alt til Havnar
Tað eru alt ov nógvir politikkarar, sum halda, at alt alment virksemi liggur best í høvuðsstaðnum. Og tað er lættasta søk á verðini at grund…
25. apríl 2019
Halt fæst við tað, tú sær!
Flaggdagsrøðan hjá Jenisi av Rana, sum hann helt í Famjin seinnapartin í dag, á 100 ára degnum fyri Merkinum.
17. apríl 2019
Søk teirra óføddu í Norðurlandaráðnum
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, helt røðu í Norðurlandaráðnum fyrr í apríl mánaði. Her fekk hann høvi at tala søk teirra óføddu.
16. apríl 2019
Irdi stillar upp fyri Miðflokkin
- Grundin til at eg stilli upp er, at sæð í ljósinum av hesum farnu valskeiðunum, so mugu vit bara staðfesta at økið eystanfyri múla, norðoy…