26. apríl 2019

Superstjórin – alt til Havnar

Tað eru alt ov nógvir politikkarar, sum halda, at alt alment virksemi liggur best í høvuðsstaðnum. Og tað er lættasta søk á verðini at grundgeva fyri, at alt burdi bara verið í Havn.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur broytt bygnaðin í sjúkrahúsverkinum við at seta ein forstjóra omanfyri sjúkrahússtjórarnar. Endamálið er at styrkja og stýra samstarvinum millum tey trý sjúkrahúsini. Men illgrunin um at niðurraðfesta Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús spøkir. Tað eru alt ov nógvir politikkarar, sum halda, at alt alment virksemi liggur best í høvuðsstaðnum. Og tað er lættasta søk á verðini at grundgeva fyri, at alt burdi bara verið í Havn.

Sentralistarnir vísa aftur, at nøkur ætlan er um at minka um virksemið í Klaksvík. Og tað er væl møguligt, at teir politikkarar, sum nú sita á Løgtingi, ikki ætla at taka grundarlagið undan Klaksvíkar sjúkrahúsi. Men skjótt koma nýggir politikkarar til, sum ikki eru heftir av støðuni hjá okkum núsitandi. Og teir nýggju politikkararnir fara at byggja víðari á tær umskipanir, sum verandi politikkarar hava gjørt.

Tí er superstjórin vandamikil.

Ein superstjóri vil geva nýggjum politikkarum møguleika til at flyta funktiónir frá smærru sjúkrahúsunum til landssjúkrahúsið, so hvørt sum fakligu tilmælini siga tað. Og ongin trýr uppá, at ongar ætlanir eru um at niðurlaga smærru sjúkrahúsini sum tíðin rennur. Fyrsta og størsta stig tann vegin er nýggi superstjórin. Við honum missa verandi sjúkrahússtjórar so mikið av valdi, at teir ikki longur fara at megna at halda fast um verandi virksemi í Klaksvík og á Tvøroyri.

Øll, sum hava eygu og oyru, síggja, at tað er meiri enn vanliga striltið at fáa nakað sum helst av almennum virksemi flutt úr Havnini. Løgmaður boðaði longu á Ólavsøku 2018 frá, at ein lítil skrivstova hjá einum almennum partafelagi – tunnilsfelagið - skuldi á nýggjárinum flyta til Runavíkar. Nú vit flyta okkum inn í mai-mánað, er skrivstovan framvegis ikki flutt. Sum undanførsla fyri at sleppa undan at flyta nakað sum helst úr Havnini, hevur samgongan eisini sagt, at tá talan er um nýggjar stovnar og nýtt virksemi, eigur slíkt framyvir at leggjast uttanfyri Havnina. Júst tí tað er vónleyst at flyta verandi virksemi. Og nú eitt spildurnýtt virksemi, nevniliga Tjóðleikhúsið, skal stovnsetast, tala sentralistarnir aftur fyri, at SJÁLVANDI skal eitt Tjóðleikhús liggja í Havnini. Hví??

Við somu grundgevingum, sum tala fyri, at Tjóðleikhúsið skal liggja í Havn, ber lætt til at grundgeva fyri, at øll almenn fyrisiting skal liggja í Havn. At hægri útbúgvingarstovnar skulu liggja í Havn. At øll sjúkraviðgerð skal liggja í Havn. At allir landsstovnar skulu liggja í Havn. Sjálvandi tí, at øll hava stytsta veg til Havnar og tí at alt í forvegin liggur har.

Og hesar grundgevingar fara allar í framtíðini at flyta bæði Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús í Havn.

Um vit ikki politiskt steðga tí í føðingini. Tí er superstjórin ein skeiv funktión, so røtt hon enn kann tykjast.

Tí fari eg staðiliga at heita á landsstýriskvinnuna um at bíða við at seta ein nýggjan superstjóra, til nýggj samgonga er skipað. Tá fær ein nýggjur landsstýrismaður møguleika til at broyta bygnaðin aftur, um tað er politisk undirtøka fyri tí.

 

Bill Justinussen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.