9. apríl 2019

Lyftir Miðfloksins

Nøkur av lyftum Miðfloksins, um vit koma í samgongu eftir løgtingsvalið!

Niðanfyri endurgivnu punktir, 1- 4, kundu eins væl verið skrivaði av Miðflokkinum! Tað eru tey tó ikki, men vit taka fult út undir við teimum og senda tey víðari til tín- við nøkrum viðmerkingum og lyftum.

Skattafría grundarupphæddin

Tá samgongan legðist á skattafríu grundarupphæddina í fólkapensiónini, høvdu vit í Miðflokkinum ilt við at trúgva tí. Men tá hendan lækkingin í skattafríu varð tengd saman við einari hækking í inngjaldinum til samhaldsfasta, tvs. einum beinleiðis eykaskatti til allar arbeiðandi føroyingar, skiltu vit, at hetta var eitt farvæl til ein part av sosialu hugsjónini. Hesa hugsjón, sum nakrir av mætastu forfedrum okkara løgdu eftir seg, og sum teir skaptu, fyri at tryggja vanliga føroyinginum virðilig ellisár.

Tá vit harafturat upplivdu, at útgjaldið úr samhaldsfasta, sum jú verður skattað, tá inngjaldið verður tikið frá tær, eisini skal skattast við útgjald, tá gjørdist greitt, at sosiala hjartað samgongunar er um at slókna.

Takk fái okkara eldru.

Tí kenst tað lívgandi, at eldru okkara siga frá og ávarða móti gongdini! Takk fái tey fyri tað, tí her er talan um eitt óhoyrt djúpt inntriv í fíggjarligu trygd teirra. 

Uttan at himprast fara vit í Miðflokkinum, um okkum eydnast at koma í samgongu, at virka fyri øllum hesum broytingum, umboð okkara eldru biðja um. Skattafría grundarupphæddin má hækkast aftur á tað støðið hon var á, dupultskattingin av sokallaða samhaldsfasta má broytast, mótrokningarupphæddin má hækkast munandi og ongin føroyingur skal blakast heim av arbeiðsplássi sínum grundað á aldur.

 v. Miðflokkin,

Jenis av Rana

 

1. Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.
Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.

2. Hækka grundupphæddina.
Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr., so hon  kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn 2016, tá løgtingið lækkaði hana.

3. Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.
Tað skal kunna løna seg hjá pe nsjónistum at arbeiða eftir pe nsjónsaldur.

4. Fráfaringaraldurin skal burtur.
Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á    arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

 

p.s.: endurgivnu punktini eru frá yvirlýsing Landsfelag Pensionista,  samtykt á formansfundi 2. apríl 2019.

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.