8. apríl 2019

Miðflokkurin tekur við yvirlýsing

Landsfelag Pensjónista hevur sent yvirlýsing við fýra ymiskum viðurskiftum.

Á formansfundi 2. apríl 2019 samtykti Landsfelag Pensjónista so ljóðandi yvirlýsing: 

 

YVIRLÝSING

Landsfelag Pensjónista vil við hesi yvirlýsing heita á landsmyndugleikarnar, at broyta fylgjandi viðurskifti:

 

1.    Útgjald frá Samhaldsfasta skal verða skattafrítt.

Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir í dag - við inngjald og við útgjald. Hetta eigur at broytast somuleiðis sum aðrar pensjónir, sum í dag verða skattaðar við inngjald og eru tí skattafríar við útgjald.

 

2.    Hækka grundupphæddina.

Skattafría grundupphæddin skal hækkast við 580 kr., so hon 

kemur upp á somu upphædd, sum hon var áðrenn 2016, tá  

løgtingið lækkaði hana.

 

3.    Mótrokningarfría inntøkan skal hækkast upp til kr. 100.000.

Tað skal kunna løna seg hjá pensjónistum at arbeiða eftir pensjónsaldur.

  

4.    Fráfaringaraldurin skal burtur.

Tað skal lóggevast, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna

aldur. Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á     arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin,  ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

 

 

    

     Beate L. Samuelsen, forkvinna

     Landsfelag Pensjónista                                                                                                                                                                         

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.