20. mars 2019

Vit mugu taka støðuna í heilsuverkinum í álvara!

Grundarsteinurin í einum vælferðarsamfelagi er eitt vælvirkandi heilsuverk, har borgararnir í landinum kunna føla seg tryggar.

Ein spurnakanning hjá spyr.fo í januar vísti eisini, at heilsupolitikkur er tað týdningarmiklasta evnið hjá borgarunum til komandi Løgtingsval.

Tí er tað vit standa eftir spyrjandi, hvussu politikararnir í Føroyum kunna vísa so stóra líkasælu fyri hesum økinum, tá støðan í heilsuverkinum er so álvarslig í dag, at alt kann skrambla saman hvørja løtu.

Heilsuverkið manglar eina árlig fígging á 200-300 mió. kr. fyri at vera á sama fíggjarstøði sum Danmark. Harumframt hava vit eisini ein álvarsligan mangul uppá serlæknar; seinasta uppgerð frá Heilsumálaráðinum vísur, at talið av serlæknum skal nøkulunda tvífaldast, um vit skula hava eina serlæknamanning á støðið við Danmark. Hesin trupulleikin er tó ikki nýggjur, men hevur hinvegin staðið á í fleiri ár. Vit kunna bara takka øllum sjúkrarøktarfrøðingum, læknum og onnur fakfólki, ið hava stríðst í fleiri ár uppá yvirtíð fyri at at Landssjúkrahúsið enn stendur uppi.

Í juni 2016 legði ein bólkur av serfrøðingum og politiskum umboðum eina menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið fram við fleiri ítøkiligum átøkum til at betra um støðuna. Men vit hava stórt sæð ikki sæð nakað av hesum gjørt, og tað er ónøktandi, ábyrgdarleyst og átaluvert.

Tað tykist sum um, at politikarar eru skjótir at átala støðuna og koma við lappaloysnum, men uppaftur skjótari at renna burtur, tá man skal tosa um at finna varandi loysnir, ið kunna lyfta okkara heilsuverk uppá eitt trygt og haldbart støðið.

Í fyrsta syfti er tann størsti trupulleikin lættur at loysa við einari grundleggjandi hugburðsbroyting – vit eiga ikki at spara uppá heilsuverkið!

Tá vit eru eitt lutfalsliga lítið oyggjasamfelag, so eiga vit ikki at brúka minni pengar per íbúgva samanborið við Danmark, og tí má játtanin hækkast skjótt. Men tá fíggjarlógin skal samtykkjast í endanum í árinum, so er hugburðurin heldur, at játtanin til heilsuverkið verður fastsett so lágt sum gjørligt, og so mugu sjúkrahúsini bara klára seg við tí.

Greiðasta dømi er, at Landssjúkrahúsið longu í mai mánaði í 2018 mátti steðga við at senda sjúklingar uttanlands til skurðviðgerð, ið ikki var akutt, tí játtanin til árið var longu runnin upp.

Í UfM skjóta vit tí upp, at Løgtingið setur eina nevnd við politikarum og serfrøðingum eftir komandi val, ið kann útgreina hvørjar tænastur vit ynskja føroyska heilsuverkið skal veita, og hvat tað kemur at kosta.

Tá skal játtanin til heilsuverkið samtykkjast sum tað fyrsta av fíggjarlógini, og so má restin tillagast hareftir.

Soleiðis kunna vit áseta fíggingina til heilsuverkið heilt av nýggjum og soleiðis venda okkara núverandi tankagongd á høvdið.

Hetta merkir ikki, at heilsuverkið skal oyðsla, tí tað ber væl til at framvegis hava strangt fíggjarligt eftirlit við pengabrúkinum, og um ein tænasta ikki kann játtast vegna undirmanning ella aðra orsøk, so skal peningurin fara aftur í landskassan.

Henda nevndin skal eisini útgreina nøkur ítøkilig punkt, ið vit skula fremja fyri at basa serlæknamanglinum uppá stutta og langa tíð og rokna hesi átøk uppí fíggjarlógina.

Tað stutta av tí langa er, at politiska skipanin má vakna. Tá leiðsla og starvsfólk ferð eftir ferð rópar varskó um støðuna, so er tað ótrúligt, at hesin trupulleikin kann setast til viks til fyrimun fyri onnur økir.

Tann føroyski sjúklingurin hevur krav uppá eina betri tænastu, og tí mugu ítøkilig átøk setast í verk, áðrenn tað gongur útyvir fleiri mannalív.

Aksel K. Berg
Virkandi formaður, Ung fyri Miðflokkin

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.