18. mars 2019

Munnligur fyrispurningur

Jenis av Rana setur fram munnligam fyrispurning til landsstýriskvinnuna i heilsumálum.

1: Hví noyðast neurologiskir sjúklingar, herímillum tey, ið stríðast við  parkinsonsjúku, at bíða so leingi eftir útgreining og viðgerð?


2: Hvør er frágreiðingin til tey ymisku tøl fyri bíðitíðir, ið ávikavist landsstýriskvinnan og felagið fyri tey við parkinsonsjúku siga frá?


3: Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka, fyri at veita føroyskum parkinsonsjúklingum somu diagnostiserings, viðgerðar- og eftirkanningarmøguleikar sum í okkara grannalondum?


viðmerkingar:


Felag teirra, ið hava parkinsonsjúku, mótmælir í hesum døgum, at heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava upplýst, at bíðitíðin hjá fólki við parkinsonsjúku at sleppa í viðgerð, er stytt niður í fýra til seks mánaðir. So er ikki, sigur felagið, sum í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fek at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.


Felagið mótmælir skeivu tølunum og longu bíðitíðini, og at parkinsonsjúklingar bert verða innkallaðit til kontrol 1- 2 ferðir um árið. Fýra til seks mánaðir, fyri ikki at tala um 10 mánaðar, er alt ov long hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí sjúkan ávirkar lívsgóðskuna so nógv, at neyðugt er skjótast gjørligt at sleppa í viðgerð. Eisini vísir felagið á, at hetta stendur í stórari andsøgn til, at í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir viðgerð, og at sjúklingar har verða innkallaðir fleiri ferðir árliga til metingar og viðgerðir  hjá fleiri serfrøðingabólkum.

Felagið sigur í boðum sínum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum langt frá livir upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019.

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.