13. mars 2019

Cannabisheilivágur aftur í tingið

Miðflokkurin leggur uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina við cannabisheilivági í gildi í Føroyum.

Miðflokkurin leggur í dag fram uppskot til samtyktar um at seta donsku royndarskipanina í gildi í Føroyum. Á henda hátt fara føroyskir sjúklingar at verða javnstillaðir við sjúklingar í danska sjúkrahúsinum.

Tvær ferðir í 2017, í februar og í juni, hevði Løgtingið orðaskifti um ætlanirnar hjá donskum politikarum at loyva nýtslu av ávísum cannabisúrdráttum til útvaldar sjúklingabólkar. Orðaskiftið varð m.a. um, hvørt føroyski heilsumyndugleikin hevði ætlanir um at bjóða føroyskum sjúklingum somu skipan, sum danska Fólkatingið hevði samtykt at bjóða donskum.


Talan um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, umsitin av læknum, haðani medicinskt cannabis, á ein tryggan og lógligan hátt, kann verða útskivað ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum.
Viðgerðir av føroyskum sjúklingum fara fram bæði í føroyskum og útlendskum heilsuverkum, fyri tað mesta donskum. Vandi er tí fyri, at føroyskir sjúklingar kunnu enda í tí óhepnu støðu at fáa viðgerð við medicinskum cannabis, tá teir eru í Danmark, men fáa trupulleikar við at halda á við
hesari, tá teir eru í Føroyum. Tí metti Miðflokkurin, at vit í Føroyum áttu at havt eina lóg við sama endamáli sum tann danska, eina royndarskipan fyri nýtslu av medicinskum cannabis, sum nevnt varð uppskot um slíka lóg felt í Løgtinginum í fjør vár.

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.