22. januar 2019

Tað er ein ójavni í millum kynini í mun til barsilsútgjald!

Tað er rætt sum eg segði í juli 2018.

Fakta:

Eg tók 2 vikur av mínum pápafarloyvi eftir summarfrítíðina í 2018 og hetta er úrslitið:

Frádráttdur vegna pápafarloyvi uttan løn:
A-inntøka: 15. 255,30 KR
Pensjón: 2.593,65 KR

Útgjald Barsilsskipanin:
A-inntøka: 7.800,51 KR
Pensjón: 349,47 KR

Úrslit av pápafarloyvi í 2 vikur:

Mist A-inntøka: 7.454,79 KR 
Mist Pensjón: 2. 244,18 KR

Altso 9.698,97 KR missi eg sum pápi, við at fara í pápafarloyvi í tvær vikur sum alment settur lærari við 10 ára starvsaldur.

Nú kann eg ikki longur geva mammuni 2 vikur av teimum 4 vikunum, ið eg havi "rætt" til pápafarloyvi uttan løn......so tað er talan um eina "lose lose" situatión fyri bæði mammu og pápa.

Tí fari eg í barsil omigen, so missi eg stívliga 20.000 KR samlað, men fari eg ikki í barsil, so fella vikurnar burtur og mamman kann ikki fáa tær.

Gevi gætur! Eisini kvinnur missa pening og pensjón um teirra grundløn er tann sum t.d. ein lærari ella námsfrøðingur fær. Tær fáa bert løn frá arbeiðsgevaranum ein part av farloyvistíðarskeiðnum.

#rættiðskeivleikan #javnstøðamillumkynini

 

Rani Andrasson Skaalum

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.