17. januar 2019

Landsfundurin

Árligi landsfundur Miðflokksins verður hildin leygardagin 26. januar í Skótahúsinum við Løkin.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út. 

kl. 09.00 Morgunmatur, bøn og lovsangur
kl. 09.45 Føstu mannagongdirnar sambært viðtøkunum
kl. 10.45 Løgtingsvalið 2019 -framløga og orðaskifti
kl. 13.00 Døgurði
kl. 14.15 Regin Jacobsen
kl. 14.35 Ronnie Thomassen
kl. 14.50 Irdi Jacobsen
kl. 15.05 Orðaskiftið heldur fram

Gestarøðarar verða Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrost, Ronnie Thomassen deildarleiðari á
Umhvørvisstovuni og Irdi Jacobsen borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.

Regin Jacobsen kemur at viðgera alivinna:

Hvussu verður alivinnan framhaldandi eitt burðardygt bein komandi 20 árini?

Alivinnan mennir seg støðugt. Ein týðandi partur av menningini er, at alivinnan leggur størri dent á umhvørvisvernd.
Vit eiga støðugt at javnviga millum burðardygga gagnnýtslu av skaparverkinum, samstundis sum vit ikki gera okkum inn á skaparverkið.

Ronnie Thomassen, fer at koma inn á bústaðarpolitikkin:

Hvussu reka vit skilabesta bústaðarpolitikkin bæði bráfeingis og framyvir?

Við støði í millum annað álitinum um alternativa bústaðarbygging, sum Miðflokkurin í samgongu setti á lunnar í 2003, verður greitt frá bústaðarpolitiskum avbjóðingum og møguleikum. Ronnie Thomassen var høvuðsmotorurin undir bústaðarpolitisku frágreiðingini og hevur øll árini verið virkin í bústaðarpolitiska samfelagskjakinum.

Irdi Jacobsen kemur við hennara ískoyti til avbjóðingarnar á samferðsluøkinum:

Hvussu loysa vit átrokandi avbjóðingarnar á samferðsluøkinum?

Irdi er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og hevur saman við Viðareiðis kommunu latið gjørt uppskot um alternativa lóg at byggja tunlar Norð um Fjall. Fólkið, sum býr eystan Múla, stendur hvønn dag andlit til andlits við teir trupulleikar, sum standast av gomlu tunlunum. Greitt verður frá hesum og hvussu støðan generelt er hjá fólki, har vánaligir samferðslumøguleikar er ein stórur trupulleiki í gerandisdegnum.

Sum allir okkara fundir verður góður matur á skránni og vónandi síggja vit so nógvar Miðflokkavinir sum gjørligt.

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.