18. september 2018

Tørvur er á politikki, sum megnar at fylgja við tíðini

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í bústaðarmálum

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í bústaðarmálum

1.     Hvørji bráfeingis stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at koma ovurstóru bústaðartrupulleikunum til lívs?

2.     Ætlar samgongan at seta serliga játtan av við eykajáttan í ár fyri at koma sperdum familjum í bústaðarneyð til hjálpar í skundi?

 

 

Tað er skelkandi og hugstoytt at hoyra um ræðuligu bústaðarneyðina, sum bæði familjur við børnum og einstaklingar eru í. Í kringvarpinum í farnu viku hoyrdist um eina mammu við fleiri børnum, sum yvir lutfalsliga stutta tíð hevði skift bústað 7 ferðir, og at teirra lív nú kann sigast at vera pakkað niður í kuffert, tí tey vita ikki, um og nær tey næstu ferð skuldu flyta. Í løtuni búgva tey hjá góðhjartaðum fólki, sum hevur hýst teimum fyribils.

Fólkavøksturin tykist at vera komin óvart á og tykist samgongan ikki at hava eina loysn til tey mongu, sum eru í bústaðarneyð. Tørvur er á politikki, sum megnar at fylgja við tíðini og skapa loysnir, sum veruliga muna.

Landsstýrismaðurin hevur í fleiri umførum víst til almenna felagið Bústaðir, áður Húsalánsgrunnurin, sum eigur at lyfta uppgávuna.

Men tað ger felagið ikki og tí er bólturin hjá landsstýrinum.

 

Bill Justinussen

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.