18. september 2018

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

Hví hevur løgmaður ikki kallað andstøðuleiðararnar til fundar um verkætlanina í summar, eins og samgongutinglimir hava lovað?

1.     Hvat er innihaldið í semjuni, sum samgongutinglimir siga er gjørd um at gera tunlar Norð um Fjall?

2.     Er semjan skjalfest og undirskrivað? Og hvørji tingfólk standa aftanfyri semjuna?

3.     Hvussu ætlar samgongan at tryggja sær, at ein komandi samgonga fer at fremja verkætlanina so skjótt sum Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum?

4.     Hví hevur løgmaður ikki kallað andstøðuleiðararnar til fundar um verkætlanina í summar, eins og samgongutinglimir hava lovað?

 

Undir orðaskiftinum um uppskotið frá andstøðuni um tunlar Norð um Fjall boðaðu samgongutinglimir frá, at semja nú er í samgonguni um verkætlanina. Sum skilst, snýr semjan seg um, at ætlandi skal byrjast at gera tunlar Norð um Fjall, tá liðugt er at bora Hvalbiartunnilin.

Nú er í mesta lagi minni enn eitt ár, til val verður og nýggj stjórn tekur við. Eftir nevndu tíðarætlan verður sostatt ikki byrjað uppá at gera tunlar Norð um Fjall í hesum valskeiðnum, og tí kann tað undra almikið, at semja er um, hvat ein nýggj samgonga skal takast við. Tí er onki skrivligt komið fram um innihaldið í semjuni, ei heldur, hvørji tingfólk standa aftanfyri semjuni.

Eitt kann tó staðfestast: lyftini, sum samgongutinglimir góvu andstøðutinglimum í seinastu tingsetu um, at løgmaður fór at kalla andstøðuleiðararnar á fund fyri at finna breiða semju um verkætlanina, eru brotin. Ongin innkalling er komin frá løgmanni og ongin breið semja er funnin.

 

Bill Justinussen

 

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.