8. mars 2018

Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina tann 6. november

Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot um at fáa hjúnabandslógina til fólkaatkvøðu.

 

Mikið stríð var um hjúnabandslógina, tá ið hon varð samtykt á sumri í 2017. Síðan lógin varð samtykt, er nýggja lógin bert nýtt einaferð og tað var eitt par úr Stóra Bretlandi, sum nýtti høvi til at giftast.

 

KVF skrivar:

Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um vegleiðandi fólkaatkvøðu um broytingarnar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini, tá samkynt fingið loyvi at ganga saman í borgarligt hjúnalag.

Jenis av Rana og Bill Justinussen skjóta upp, at løgmaður skal skipa fyri fólkaatkvøðuni, og at hon skal haldast 6. november.

Tingmenninir siga í viðmerkingunum, at samtyktin kloyvdi tjóðina í tvey, og at fleiri lond úti í heimi hava havt fólkaatkvøðu um júst hendan sama spurning.

Eisini vísa tingmenninir á, at fá tykjast hava brúkt møguleikan at gifta seg eftir nýggju samtyktini.

 

Mynd: Jens Kr. Vang

Tíðindi

21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.
8. januar 2024
Ein sorgardagur
Í okkara daprastu stúranum droymdu vit í Miðflokkinum ikki um, at hetta kundi gerast úrslitið.