Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina tann 6. november
Miðflokkurin hevur lagt fram uppskot um at fáa hjúnabandslógina til fólkaatkvøðu.
Mikið stríð var um hjúnabandslógina, tá ið hon varð samtykt á sumri í 2017. Síðan lógin varð samtykt, er nýggja lógin bert nýtt einaferð og tað var eitt par úr Stóra Bretlandi, sum nýtti høvi til at giftast.
KVF skrivar:
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um vegleiðandi fólkaatkvøðu um broytingarnar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini, tá samkynt fingið loyvi at ganga saman í borgarligt hjúnalag.
Jenis av Rana og Bill Justinussen skjóta upp, at løgmaður skal skipa fyri fólkaatkvøðuni, og at hon skal haldast 6. november.
Tingmenninir siga í viðmerkingunum, at samtyktin kloyvdi tjóðina í tvey, og at fleiri lond úti í heimi hava havt fólkaatkvøðu um júst hendan sama spurning.
Eisini vísa tingmenninir á, at fá tykjast hava brúkt møguleikan at gifta seg eftir nýggju samtyktini.
Mynd: Jens Kr. Vang