Óheft nevnd setast at hava eftirlit við tíðindaflutninginum
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fram um at seta óhefta nevnd at hava eftirlit við tíðindaflutningi Kringvarps Føroya.
Jenis av Rana og Bill Justinussen siga millum annað í viðmerkingunum, at óvildarsemið í tíðindaflutningi Kringvarps Føroya ikki livir upp til sítt endamál, sum tað er lýst í Public Service sáttmálanum.
- Javnan eru atfinningar at hoyra í almenna orðaskiftinum um, at Kringvarp Føroya, sum verður fíggjað við lógarásettum gjøldum á vinnuna og skattgjaldarar úr øllum landinum, ikki røkir sínar skyldur at varpa tíðindir úr øllum landinum, men mest úr høvuðsstaðnum.
Miðflokkurin heldur, at hesar atfinningar eru væl grundaðar, og at Kringvarp Føroya ikki røkir hendan sjálvsagda partin av Public Service sáttmálanum.
Miðflokkurin sigur, at Kringvarp Føroya er litað í pørtum av sínum tíðindaflutningi.
- Alt ov ofta síggja vit, at mál verða í stóran mun lýst frá einari síðu, uttan at hin síðan verður lýst nevnivert.
Miðflokkurin heldur, at eitt nú hevur sitandi samgonga fingið merkiliga góðan frið frá Kringvarpi Føroya samanborið við tann ágang, sum mangan varð førdur ímóti undanfarnu samgongu.
Miðflokkurin heldur eisini, at valið av viðmerkjarum og serfrøðingum í Kringvarpi Føroya ov ofta verður gjørt tilvitað í mun til, hvørja persónliga støðutakan hesir hava til evnið, sum er til viðgerðar.
- Hvussu verða viðmerkjarar og serfrøðingar útvaldir til kjak ella viðmerkingar í síni heild bæði í tíðindaflutningi og innan mentanarøkið, spyr Miðflokkurin.
- Eitt feskt dømi er viðgerðin av sendirøðini Gud signi Føroyar, tá ið tveir viðmerkjarar gjørdu sínar hugsanir klárar fyri føroya fólki.
- Vert er at vita, hvussu hesir viðmerkjarar vórðu útvaldir, og hví til dømis eingin serfrøðingur innan barnaøkið umboðandi Zarepta ella Nesvík var við í sendingini.
Kelda: vp.fo