Jenis Kristian av Rana

Um Jenis

Føddur:
7. januar 1953 í Trongisvági. 

Heimstaður:
Sóljugøta 10, FO-100 Tórshavn.

Foreldur:
Aslaug og Dánjal av Rana. 

Hjúnafelagi:
Anna av Rana, dóttir Honnu og Absalon Absalonsen. 

Útbúgving:
Serlækni í almen medicin frá universiteetinum í Århus í 1983. 

Yrki:
Kommunulækni í Havn síðani 1995. 

Álitisstørv:

  • Løgtingsmaður síðani juli 1994
  • Limur í Marknaðarnevndini 1994-1998
  • Limur í Uttanlandsnevndini síðani 1998
  • Limur í Arbeiðaramálanevndini 1994-1998
  • Limur í Útnorðurráðnum frá 1994 til 2008
  • Limur í Norðurlandaráðnum 2008- 2011
  • Limur í Trivnaðarnevndini 2002-2004
  • Limur í Mentanarnevndini 1998- 2002 og frá 2011
  • Limur í grundlógar- og stjórnarskipanarnevndunum 1999- 2010
  • Nevndalimur í umhvørvisnevnd Norðurlandaraðsins 2008-2009
  • Nevndalimur í vælferðarnevnd Norðurlandaraðsins 2009- 2011
  • Nevndarlimur í miðbólkinum í Norðurlandaráðnum 2008- 2011
  • Býráðslimur í Havn 1993-1996
  • Formaður í Hjálparlæknaráð Føroya 1989-1995
  • Nevndarlimur í Læknafelag Føroya 1989-1995
  • Nevndarlimur í kristiliga kringvarpinum Lindini síðani 2000
  • Scandinaviskur leiðari í alheims læknafelagsskapinum WCDN síðani 2006