1. Vetnis-, aldu- og vindorkuroyndir og útbyggingar eiga miðvíst at verða stuðlaðar av tí almenna.

2. Skipan við differentieran av oljuavgjaldinum eigur aftur at verða sett í verk.

3. Ásannandi, at dálkingarvandin er ein stór hóttan móti øllum livandi, er tað av alstórum týdningi, at arbeitt verður miðvíst við dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum.

4. Grunnur til fígging av dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum verður settur á stovn.

5. Tað skal ikki loysa seg at dálka, og skal tí tann, ið dálkar, bera kostnaðin av hesum og fáa sekt.

6. Endurnýtsla verður miðvíst stuðlað

7. Orka eigur at leggjast í at stríðast ímóti lívsoyðandi dálkingarhóttanum uttaneftir, og eigur hetta eisini at gerast í samarbeiði við onnur lond og felagsskapir.

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net