1. Fiskivinnan, sum er høvuðsvinna okkara, skal í mest møguligan mun vera á privatum hondum og óheft av landskassanum.

2. Ásannandi, at havið rundan um okkum og tey virðir, sum í tí eru, er ogn hjá øllum Føroya fólki, eigur serligur dentur at verða lagdur á stovnsrøkt. Soleiðis eiga stovnarnir at verða vardir ímóti ovurfisking.

3. Virka verður fyri at varðveita og um gjørligt útbyggja veiðirættindi okkara í fremmandum sjógvi, og fiskiroyndir í fremmandum høvum verða stuðlaðar.

4. Ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum eigur í eini líðandi tilgongd at gerst partur av inntøkum landskassans, tó uttan at beinleiðis tilfeingisrenta verður løgd á vinnuna.

Design: Miriam & Janus, Programering: Virgar.net