Fyrispurningur um Hvalbiartunnilin – og aðrar ikki dagførdar eldri tunnlar.
Spurningar:
1) Er landstýrismaðurin samdur við hvalbingar, tá hesir í brævi til vinnumálaráðið føra fram, at:
tunnilin í dag er ótíðarhóskandi og í stóran mun forðandi fyri vinnuna í økinum.
2) Hvalbiar bygdaráð vísir á, at:
Uppstendur eldur inni í tunnlinum, so er:
ongin útgerð at stýra eldinum
ongir hjálparmiðlar til at sløkkja eldin
ongir møguleikar at boða frá eldinum
ongin útgerð sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnlin
samanumtikið koma tí fleiri menniskju í eina hættisliga vandastøðu, enn neyðugt?
hvussu verjir politiski myndugleikin slíkar tunnilsumstøður, og er ráðiligt at brúka slíkan farveg?
3) Hvalbiar bygdarráð vísir eisini á, at í tunnlinum er:
eingin ventilatión og væntandi trygdatútgerð so sum: telefon, eldsløkkingarútgerð, gassmátitól,mátitól fyri sýni, neyðsamband,radiosamband, mobiltelefonsamband og vendipláss.
Hvussu verjir politiski myndugleikin slíkar umstøður, og at so langt afturútsigldur tunnil verður brúktur?
4) Hvørji stig hevur landsstýrið tikið fyri at verja tey ferðandi, eftir at kanningar hava staðfest, at konsentratiónin av vandamiklu gassunum CO og NO2 er, tá hon er hægst, 5 ferðir so høg, sum hægsta mark, ið norska arbeiðsumhvørvislógin ásetur
5) eru somu umstøður, sum tær Hvalbiar bygdaráð greiðir frá um teirra tunnil, galdandi fyri hinar eldri føroysku tunnlarnar?
6) Svarar trygdin í eldru føroysku tunnlunum til tíðarinnar krøv, er hon nøktandi og er yvirhøvur ráðiligt at brúka hesar ikki dagførdu tunnlar?
7) Er tann dagføringarætlan av tunnlunum, sum verður nevnd í skrivi frá vinnumálaráðnum til Hvalbiar bygdaráð, gjørd og/ ella sett í verk, og ber til hjá løgtingsmonnum at fáa innlit í hesa?
Upfylla tunnlanir tey krøv, sum í samferðsluætlan landsstýrisins verða sett til at stuðla búseting, vinnu og virksemi- og til trygd- og útjaðaramenning?
Viðmerkingar:
Tá Føroya fyrstu tunnlar fyri skjótt 50 árum síðani vórðu skotnir ígjøgnum, var talan um stórverk, sum standa sum varðar yvir tátíðarinnar undangongumenn- og kvinnur og politikkarar.
Hesi tóku stór tøk, sum munnu verða grundleggjandi fortreytin fyri at fleiri bygdir fótaðu sær og í dag blóma.
Bygdir, sum annars vildu verið stagneraðar og – hvør veit – kanska komnar á deyðastráð.
Ein av hesum bygdum er Hvalba, ein onnur í sama øki er Sandvík, aðrar eru bygdirnar í Kalsoynni, á Borðoynni og Viðoynni.
Tunnlin millum Hvalba og Tvøroyri, sum varð tikin í nýtsli í 1963, man bera heiðurin fyri at hendan bygdin, mett eftir fólkatalinum, telist allarfremst millum bygdir.
Tunnlin til grannabygdina Sandvík varð klárur til nýtslu nøkur ár seinni, og hesin hevur givið hesari minnu bygdina møguleika at verða partur av tí framgongd, sum á allan hátt hevur eyðkent Hvalbiar sókn.
Alt meðan aðrar bygdir, teimum til støddar, tíverri eru javnt minkaðar sama tíðarskeið.
Framdu teir, ið fingu samtykt og gjørt hesar tunlar, stórverk, so má tíverri sannast, at lutur okkara, núverðandi politikkara, einki er at reypa av.
Meðan bygdafólk og vinnulívsmenn úr Hvalbiar sókn og aðrastaðir frá dagliga fremja stórverk, so megnar politiska valdið hvørki at røkja ella dagføra teir tunnlar, sum okkum vórðu litnir í hendur, og sum eru neyðugir partar av tí virksemi, sum blómar í Hvalba.
Læt meg her nevna fiskavirkið TG-Seafood, sum í fjør tók ímóti og virkaði 4.400 tons og til 1. juni í ár 2.500 tons, djúpvatnstrolararnar, trolvirkið Bergið og nýbyrjaðu toskaalingina.
Alt hetta virksemið hevur tørv av dagførdum tunnlum, fyri at kunna rúma nútíðarinnar flutningstólum, men heldur enn at stuðla undir virksemi hvalbinga, er tunnlin til Tvøroyrar ein tyngjandi forðing fyri tí virðisøking, sum hvalbingar við hondum sínum dagliga tilføra føroyska samfelagnum.
Bygdaráð hvalbinga hevur fleiri ferðir gjørt vart við trupulleikan og heitt á landsmyndugleikanar um at dagføra tunnlin – ikki bert vegna framleiðsluforðan, men eisini, og ikki minst álvarsligt, vegna manglandi trygdina.
Loyvi mær at endurgeva úr brøvum hvalbinga og svari myndugleikanna:
Her verður endurgivið úr brævi frá Hvalbingum dgf. 26.09.06:
… hvalbiar bygdaráð fer við hesum skrivi at biðja avvarðandi myndugleikar at taka málið viðvíkjandi tunnlinum millum Trongisvágs og Hvalba til viðgerðar beinanvegin og um at útvega okkum ein dagførdan tunnil sum skjótast.
Øllum kunnugt, so er tunnilin tann fyrsti, sum varð gjørdur í Føroyum fyri meira enn 40 árum síðani.
Í hesum tíðarskeiði er samfelagsbygnaðurin og vinnumynstrið broytt munandi, soleiðis at tunnilin í dag er ótíðarhóskandi og í stóran mun forðandi fyri vinnuna í økinum.
Síðani vísir bygdaráðið á truplu korini flakavirkið virkar undir – hvussu nútíðarinnar serbygdu flutningsfør ikki kunnu nýta tunnlin, hvussu hetta viðførðir størri framleiðslukostna, mista framleiðslutíð og ikki minst, at køliketan verður brotin við umskipanini.
Samanumtikið viðførðir hetta, at tað er munandi tyngri og dýrari at taka ímóti og framleiða fisk í Hvalba enn aðrastaðir í landinum.
Í brævinum verður somuleiðis víst á, at ótíðarhóskandi tunnlin eisini er ein forðan fyri aðrar vinnugreinir, tí hann forðar m.a. nútíðar tangabilum, betongbilum og bingjubilum farveg.
Síðani nemur bygaráðið við trygdina, og lýsir hana soleiðis:
eingi ljós og væntandi merking.
eingin ventilatión.
væntandi trygdatútgerð so sum: telefon, eldsløkkingarútgerð, gassmátitól, mátitól fyri sýni, neyðsamband, radiosamband, mobiltelefonsamband og vendipláss.
vatn av renningin frá vegnum í norðara enda er eingin, soleiðis at um veturin frystur vegurin og verður sera hálur, samstundis sum ein krappur bogi er í vegnum beint uttan fyri norðara munna.
eisini hanga stórar glerpípur undir loftinum, tá frost er, til stóran vanda fyri bilar og ferðandi.
vánaligur gjøgnumtrekkur er, so at gaskonsentratiónin verður sera høg og sýnið vánaligt, tá nógv ferðsla er.
Tunnilin er merktur av væntandi viðlíkahaldi.
Vegurin frá tunnlinum oman til Hvalbiar, kolavegurin, er merktur av, at hann setur seg í ójavnt, orsakað av, at tilfarið, hann er gjørdur av, er ymsikt til dygdar.
Eisini omanlop av gróti og vindviðurskifti annars darva koyringini á vegnum, serliga um veturin.
Víðari skriva Hvalbingar:
Uppstendur eldur inni í tunnlinum, so er:
ongin útgerð at stýra eldinum ongir hjálparmiðlar til at sløkkja eldin ongir møguleikar at boða frá eldinum ongin útgerð sum forðar øðrum bilum at koyra inn í tunnlin og samanumtikið koma fleiri menniskju í eina hættisliga vandastøðu, enn neyðugt.
Víðari verður í brævinum víst til gassmátingar, ið vísa, at konsentratiónin av vandamiklu gassunum CO og NO2 er, tá hon er hægst, 5 ferðir so høg, sum hægsta mark, ið norska arbeiðsumhvørvislógin ásetur.
Hetta ger, at í døgum við nógvari ferðslu, og her nevna hvalbingar tá eitt nú grindadráp ella fóbbóltsdystir eru, vil tað verða beinleiðis heilsuskaðiligt og lívshættisligt um steðgur kemur í ferðsluna.
At enda í brævinum hugleiðir bygdaráðið um tvinnar møguleikar, antin at víðka og dagføra verandi tunnil og tilkoyingarvegir ella at gera nýggjan tunnil og tilkoyringarvegir.
Í svari sínum til hvalbingar ger vinnumálaráðið greitt, at so er , sum hvalbingar siga frá.
Verðandi samband er ótíðarhóskandi og skapar trupulleikar fyri vinnulívið og íbúgvar annars.
Víst verður til at sambart samferðsluætlanini fyri 2008-20020 loysir tað seg betur at gera nýggjan tunnil enn at dagføra verandi, at verkætlanin í Hvalba má raðfestast í kapping við aðrar neyðugar verkætlanir kring landið, at ein nýggjur tunnil til hvalbingar er raðfestur aftaná tunnlanar í Borðoynni, og at ein ætlan er gjørd fyri mest átrokandi dagføringar av tunnlunum.
Sum vera man eru hvalbingar vónbrotnir og gera í brævi dgf. h.19.06.2007 vinnumálaráðnum greitt, at teir als ikki kunnu góðtaka ætlanir landsstýrissins.
Samanumtikið váttar bræv vinnumálaráðsins teir upplýsingar og tær metingar, sum koma fram í brævinum frá Hvalbiar bygdaráði, og er hetta ikki sørt undrandi.
Her er jú talan um farleið, sum, umframt at hava vinnuligan týdning, eisini er einasta almenna leið hvalbinga til “umheimin”.
Hesa ótryggu leið noyðast tey at brúka, tá tey skulu av oynni, tá tey skulu til lækna ella á sjúkrahús, tá børn og ung teirra skulu til hægru skúlanar – og vit kundu hildið á við dømum um tørvir, sum bert kunnu nøktast eftir hesi farleið.
Umráðandi er at fáa byrja eina grundleggjandi dagføring av eldru tunnlunum, serstakliga um so er, at verandi samgonga hevur tikið avgerð um at raðfesta aðrar verkætlanir framum.
Havnin h. 27.08.2007
Jenis av Rana, løgtingsmaður f. Miðflokkin