Jákup Suni Lauritsen

Eg havi valt at stillu upp til Løgtingsvalið fyri Miðflokkin, og saman við valevnunum hjá Miðflokkinum, sum hava sett kjarnufamiljuna Føroyar í hásæti, vil eg eisini leggja orku í at menna vinnuna á sjógvi og á landi.

Tað er av alstórum týdningi at umboð okkara, sum vera vald inn á Føroya løgting, hava royndir og førleika til at stýra einum landi.

Mínar royndir og førleikar eru:
- í alivinnuni í 4 ár
- bygdaráðslimur, borgarstjóri, og tekniska ráðgeving innan kommunala geiran í 18 ár,
- í nevnd og nevndarformaður í SEV í 8 ár.
- partur av sjúkraflutningstænastuni í Vágum mong ár.
- stjóri á byggifyritøku síðani 1990.

Við hesum royndum og mínum áhuga fyri kommunal- lands og uttanríkis politikki frá ungum árum av, vil eg saman við tykkum byggja land.

Við tínari hjálp vil eg umboða Vágar og alt Føroya land.


Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin
 

ORKU-politikkur ella ORKU-loysi

Føroyar og føringar kunnu vinna nógv meira pening úr vindorku, vatnorku, og sjóarfalsorku,

men føroyska politiska skipanin hevur ikki megna at nýtt ókeypis orkuna til fulnar, hví ?


Seinastu 10 árini prógva at við verandi orkupolitikki náa vit ikki málini, politittiska skipanin er
alt ov stirvin til tað, og vit missa pening hvønn einasta dag.


Kommunurnar og SEV hava roynt at seta vindmyllur upp, ein sólskinssøga, men vánalig politisk
handfaring og forðingar gjørdu at vit mistu fleir tíggjutals milliónir og seinkingar.


Nýggja vindmyllu-útboðið sær út til at fáa somu lagnu, ógreitt útboð, serrættindi til ávísar
bólkar, og forðingar fyri fríðari kapping, og stór virðir fara hvønn dag til spillis.


Tú og eg kunnu gera ein mun, vit kunnu í felag fáa ORKU-politikkin á rætt.


Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin

Kanningar hjá SEV eru gjørdar av serfrøðingum við integriteti


Tað er ikki sørt hástórt av stjóranum í Magn at kalla kanningar á elorkuøkinum fyri "bílagdar kanningar av SEV". Talan er um kanningar, har fakligur integritetur og opinleiki hava fremstu raðfesting

Tað fall stjóranum í Magn fyri bróstið, tá eg í einum atursvari til umrøðuna, sum Johan Dahl hevði av SEV í Andglettinum fríggjakvøldið, vísti á, at Johan Dahl skúgvaði djúptøknar kanningar á elorkuøkinum til viks.

Johan Dahl vísti til aðrar kanningar, ið eg framvegis ikki rættiliga veit, hvørjar talan er um. Men eg loyvdi mær at gita, at privatar fyritøkur høvdu bílagt kanningarnar við tí endamáli at sleppa inn í okkara samhaldsføstu elskipan at tjena pengar.

Nú skilji eg, at Hendrik Egholm og Magn helst eiga lut í onkrum av teimum kanningum, sum Johan sipaði til. Hendrik langaði so til í gjár í lesarabrævi, har hann segði, at SEV hevði bílagt sínar kanningar hjá Dansk Energi, sum er brancheorganisatión hjá SEV.

Tað er fullkomiliga rætt, at SEV altíð hevur brúkt serfrøðingar hjá Dansk Energi, sum hava høgan fakligan integritet. Heldur Hendrik Egholm veruliga, at serfrøðingarnir hjá Dansk Energi skúgva sín fakliga integritet til viks fyri, at SEV skal fáa sín vilja?

Dansk Energi er brancheorganisatión hjá elfeløgum í øllum danska ríkinum, og felagið og tess serfrøðingar hava stóra virðing millum fólk, sum dagliga starvast innan elorkuøkið við stórum fakligum áhuga - og ikki við áhuganum hjá Henrik Edgholm, sum fyrst og fremst er at forvinna pening burtur úr elorkuøkinum, sum í dag er liggur í okkara felags kassa.

Harumframt eru allar kanningar hjá SEV gjørdar undir fullum opinleika - eisini saman við øðrum serfrøðingum og føroysku orkumyndugleikunum. Og hetta er nevniliga ein grundleggjandi munur á verandi elorkuskipan og tí skipan, sum Johan Dahl, Hendrik Egholm og aðrir handilsmenn síggja fyri sær, har vinningur í privatar kassar er fremsta endamálið. Ein slík skipan fer at hava við sær hægri elprísir.

Magn ynskir at sleppa at boltra sær á elneitnum hjá SEV, og Hendrik Egholm ætlar sær at brúka okkara almenna elnet at flyta elorku, sum hann sjálvur framleiðir, beinleiðis til sínar kundar. Hetta gevur honum møguleika at velja stóru og góðu kundarnar burturúr, og so kann SEV annars stríðast við veitingartrygd og veitingarskyldu út í hvønn krók í Føroyum, har handilsmenn natúrliga ongan áhuga hava, tí har eru eingir pengar at tjena.

Einari slíkari skipan komi eg ongantíð at taka undir við, og annars haldi eg, at Henrdik Egholm skal hugsa seg um eina aðru ferð, hann hevur hug at lítisvirða væl úr hondum greiddar kanningar á elorkuøkinum.

Gott løgtingsval.

Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin og fyrrverandi nevndarformaður í SEV

Johan Dahl veit betur enn serfrøðingarnir á elorkuøkinum

Tað rann mær kalt oman eftir rygginum at hoyra Johan Dahl í Andglettinum staðfesta, at hann framvegis hevur sum politiskt hjartamál at syndra okkara samhaldsføstu elskipan í SEV.

Serfrøðingakanningar skúgvar hann bara til viks.

Í mínari tíð sum nevndarformaður í SEV brúktu vit óvanliga nógva tíð at stríðast við landsstýrismannin Johan Dahl, sum hevði sett sær fyri at syndra SEV og enntá vilja flyta ognarskapin frá kommununum til landið.

Og fríggjakvøldið spøkti hann aftur í Andglettinum eftir fýra árum uttan fyri politiska leikpallin.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin á orkuøkinum skúgvaði til viks feskar kanningar, sum hollir serfrøðingar hava greitt úr hondum í hesum valskeiðnum.

Kanningar, sum eru sera góðar at grunda grønu kósina á í komandi árum.

Kanningar, sum bæði taka atlit at lágum elprísi, skilagóðari fígging, teknisku menningini, orkukeldum, orkugoymlsum, javnvágini í elskipanini, veitingartrygdini, veitingarskylduni o.s.fr.

Johan segði um hesar kanningar, at “tað er púra forkert” og “hatta passar ikki”. Eisini pástóð hann, at SEV megnar ikki uppgávuna á grønu kósini.

Ov lítil innovatión, segði Dahlurin, hóast SEV bæði hevur ment battarískipanina í Húsahaga, luttekur í royndarverkætlanum, hevur sett samvirknar elmálarar upp kring alt landið, hevur tikið stig til grønar útbyggingar o.s.fr. – alt fyri, at vit áhaldandi hava eina munadygga elskipan í okkara avbyrgda oyggjalandi í Norðuratlantshavi.

Og vit hava megnað at verið heilt uppi á 60 prosentum í grønari elframleiðslu.

Og hóast methøgt virksemi í landinum eru vit framvegis uppi á umleið 50 prosent grønari elframleiðlsu.

Og lati okkum ikki gloyma, at SEV setti sær málið um 100 prosent grøna elorku á landi í 2014, meðan Johan var landsstýrismaður – og ikki fann út av at seta sær hetta málið fyri føroyska samfelagið.

Hann hevði í staðin úr at gera við at royna leggja SEV fótfonglar.

Men tað vóru tey, sum høvdu virðing fyri arbeiðinum hjá SEV. Hesa virðing sýndi Norðurlandaráðið føroyska elfelagnum, tá SEV vann norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2015.

Í staðin fyri at taka útgangspunkt í omanfyri nevnda veruleika, vildi Johan Dahl í Andglettinum fríggjakvøldið heldur hava okkum at trúgva upp onkrar eftir øllum at døma óalmennar frágreiðingar, eg veit ikki rættiliga hvørjar.

Hann royndi í øllum førum við hesum frágreiðingum, sum møguliga eru bestiltar av privatum aktørum, at gykla fólki, at so fer elprísurin at lækka 25 oyru/kWt.

Johan Dahl eftirlýsti eisini, at privatir sleppa at framleiða elorku og gera pakkaloysnir við hitapumpum til Føroya fólk, tí so fer elprísurin at lækka.

Johan Dahl hevur helst ikki fingið við, at hesar pakkaloysnir lata seg væl gera í dag, um bara onkur tímir at fara seriøst í holt við tær.

Johan Dahl hevur heldur ikki fingið við, at sambært galdandi reglum hava øll møguleika at bjóða seg fram við vindorku, sólorku, biogassi o.s.fr. – ja, tað er bara hugflogið, sum setir markið. Og so ein faktuell rætting afturat.

Johan Dahl segði, at elframleiðslan í fjør var komin upp á 370 GW.

Her loyvi eg mær at kunna Johan um, at elframleiðslan verður gjørd upp í GWt, og at samlaða elframleiðslan í 2018 var 352 GWt sambært uppgerðini hjá SEV.

So Johan Dahl, eg veit ikki, hvar tú hevur verið seinastu fýra árini, men tað er ivaleyst skilagott at dagføra seg, áðrenn man leypur á aftur. Hav tú annars eitt gott val.

Jákup Suni Lauritsen
Miðflokkurin og fyrrverandi nevndarformaður í SEV