Valskráin hjá Miðflokkinum

Kristna grundstøðið

  • Føroyar mugu tryggjast á kristna grundstøðinum
  • Vit mugu verja og styrkja karmarnar um familjuna, grundarstein samfelagsins
  • Einsrættingarskjalið- og ætlanin verða afturkallaði
  • ”Kynsskifti”, fosturdráp, o.l. verða ikki loyvd
  • Staðfestast skal við lóg, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu
  • Trygd teirra, ið taka ímóti blóði, má verjast

Familjan

  • Lógarstaðfestast skal, at foreldrini, ikki tað almenna, hava ognarrættin til barnið
  • Tilboð um ráðgeving eigur at standa øllum komandi hjúnum í boði
  • Krav verður sett um tvungna megling áðrenn hjúnaskilnað
  • Rættur barnsins til lív og alla hugsandi verju verður lógarstaðfestur
  • Barnastuðulin skal vaksa fyri hvørt barnið, sum kemur afturat
  • Barnakort/ familjukort verða latin barnafamiljum - at brúka til ítrótt, tónleik v.m.

Børnini

  • Broytingar verða gjørdar í fosturtøkulógini, við nullhugsjón sum endamáli
  • Fosturtøkuráðgeving má styrkjast við m.ø. anonymari akutt telefon
  • Sorteringssamfelagshugsjónin verður ikki partur av føroyska samfelagnum

Barnatrygd

  • Øll børn hava rætt til mammu og pápa
  • Øll børn hava rætt at kenna sítt upphav
  • Kristnir frískúlar skulu hava somu rættindi sum fólkaskúlin
  • Lóggevast má um, hvør uttanífrá hevur atgongd til skúlar og stovnar við síni ávirkan

Barsilsfarloyvi

  • Verður miðvíst longt til 75 vikur
  • Verður gjørt meira fleksibult (mamman og pápin samstundis og møguleiki fyri hálvtíðar)
  • Lágmark verður sett fyri útgjaldinum, sum øll hava rætt til
  • Hámarkið verður hækkað upp í kr. 35.000

Bústaðir

  • Bústaðarneyðin má loysast beinanvegin- m.a. við uppskoti Miðfloksins um almenna bústaðarbankan, sum verður stovnaður
  • Gongd má fáast á aftur bygging av vardum bústøðum, sambýlum, bústovnum v.m. til sálarsjúk, førleikaskerd o.ø., sum heilt er steðgað undir verandi samgongu
  • Rættur alra til “tak yvir høvdið” má lógarfestast

Heilsuverkið

  • Ovurhonds stóru bíðilistarnir mugu burtur
  • Viðgerðartrygd verður ásett við lóg
  • Sjúklingafylgjari má lógartryggjast øllum
  • Heildarætlanin fyri heilsuverkið má dagførðast og setast í verk
  • Døgnvaktin á hjartadeildini má tryggjast
  • Psykiatrisk skaðastova verður skipað
  • Reservatiónsrætturin fyri heilsustarvsfólk, lærarar v.m. verður lógarfestur
  • Gerontologur (eldralækni) verður settur í starv

Almannaverkið

  • Hjørtu, heldur enn lógargreinar, mugu stýra øllum almennum samskifti við borgaran
  • Ansingarpeningurin skal fylgja barninum
  • Avvarandi skulu hava betri f íggjarlig tilboð at verða heima at røkta og ansa teirra eldru
  • Eftirlitseind við handikaptalsmanni verður sett á stovn
  • Sum ein av heimsins ríkastu tjóðum kunnu vit ikki góðtaka ta hækking í talinum av fólki í fátækravága, ið er hend farnu árini
  • Hvør einstakur av hesum má fáa bjóðaða hjálp til persónliga útgreining
  • Leisturin, verandi samgonga hevur lagt, at lata sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum breiðka um gjónna millum rík og fátøk, má steðgast

Fyribyrging og nullhugsjónir

  • Átøkini móti rúsdrekka, rúsevnum og tubakki mugu herðast
  • Játtanirnar til Frælsið/ Kris/ ProVita/ Herbergið/ Bláakross og Heilbrigdið mugu javnan dagførast og tryggjast
  • Málið er einar rúsfríar Føroyar
  • Neyðarrópini f rá løgregluni, um økta rúsdrekkanýtslu millum børn og ung, mugu hoyrast og virðast. Royndir íslendinga á økinum kunnu verða ein fyrimynd at virka eftir

Umhvørvið og dálking

  • Vit mugu lata eftirkomarum okkara eina reinari náttúru, enn hana okkum varð givin
  • Tey 11 uppskotini f rá umhvørvisstovuni, um minking av plastdálking, mugu setast í verk
  • Pantskipanin fyri íløt má víðkast munundi

Umhvørvið

  • Miðvís f rálæra um persónligu ábyrgdina av reinum umhvørvi verður skipað á stovnum og í skúlum

  • Stovnar og fyritøkur mugu sleppa undan óneyðugum pappírsskjølum, sum tað almenna áleggur

  • Burðardyggar orkuloysnir á sjógvi og landi verða stuðlaðar og mentar

  • Átøk mugu gerast móti ljóð- og roykdálking v.m.

Uttanríkismál

  • Føroyar stovnseta sendistovu í Ísrael
  • Førdur verður ein meira virkin uttan-ríkispolitikkur
  • Menningarhjálpin skal hækkast munandi, málið er tann av ST ásetta

Vinnulívið

  • Frælsið í vinnulívinum má verjast, vinnan skal hava støðugar karmar at virka undir
  • Vinnan eigur at verða skattað av úrsliti
  • Tilfeingið úr havinum eigur at gagn-nýtast til fulnar
  • Fiskivinnulógin má grundleggjandi endurskoðast
  • Byggilógin verður tillagað føroyskar umstøður
  • Loftrúmið má á føroyskar hendur

 10 ára vakstrarætlan fyri Føroyar

  • Skal vera gjørligt at varðveita vælferðarsamfelagið, er neyðugt við búskaparligum vøkstri. Vøkstur
    gevur møguleika fyri, at fólkavøkstur kann halda fram og at fleiri vælferðartænastur kunnu halda. Við hesum endamáli verður samtykt ein 10-ÁRA VAKSTARÆTLAN
  • Verður samtykt eftir tilmæli frá umboðandi pørtum í føroyska samfelagnum (arbeiðarafeløg,
    arbeiðsgevarar, almennir og kommunalir myndugleikar, viðkomandi serf røðingar)
  • Vakstrarætlanin verður endurskoðað regluliga og tillagað til nýggjar møguleikar og broyttar fortreytir
  • Vakstrarætlanin verður skipað við løgtingssamtykt. Fíggjarlóg og aðrar lógir skulu taka atlit til
    vakstrarætlanina

Vakstrarætlanin viðgerð spurningar sum:

  • Arbeiðsmarknað (arbeiðsloysi, arbeiðs-megi v.m.)
  • Vinnuligar karmar so sum kappingarføri skattatrýst, umhvørvisvernd v.m.
  • Bústaðarviðurskifti og fígging
  • Útbúgvingarpolitikk og stuðulsskipanir
  • Heilsupolitikk og almannapolitikk v.m.

Útjaðarin

  • Ferðamál verða gjørd kring landið í fíggjarligum og verkligum samstarvi við bøndur, ferðavinnu o.o. avvarðandi
  • Ferðslumøguleikar mugu áhaldandi mennast, fyri at tryggja livilíkindi í útjaðarøkjunum

Skattalógin

  • Mótrokningsf ría upphæddin hjá pensionistum hækkar til kr. 100.000
  • Skattafría grundupphæddin í fólkapensiónini hækkar aftur
  • Dupultskattingin av samhaldsfasta verður steðgað
  • Ongin skal noyðast av arbeiðsmarknaðinum vegna aldur
  • Trúboðarar og fólk í manngóðum arbeiði skulu varðveita øll teirra rættindi í Føroyum
  • Skattalætti verður veittur lág- og miðalinntøkum
  • MVG eigur at verða differentiera, m.a. lækka á matvørum
  • Tinglýsingargjaldið verður lækka aftur

Samferðslukervið

  • Vegir, tunnlar og brýr mugu miðvíst tryggjast og viðlíkahaldast (dagførast)
  • Nýggir tunnlar mugu beinanvegin gerast norður um fjall- og til Famjin og aðrar smærri bygdir

Fjølmiðlar

  • Tvingsilskravda kringvarpsgjaldið verður tikið av, og public service sáttmálin verður bjóðaður út alment
  • Privatu vørpini fáa somu sømdir at virka undir sum almenna kringvarpið

Valskrá sum PDF

Heinta valskrá Miðfloksins sum PDF: Valskrá 2019